ABC vikan er tann vikan, vit leggja størri dent á evnið sálarliga heilsu. ABC vikan er í viku 41, sum er 5. til 11. oktober 2020
Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin saman um okkurt, sum vit tíma, kann vera avbjóðandi, nú nógv uppliva, at vit ikki kunnu vera saman við so nógvum fólkum og møguliga er frítíðarvirksemi, sum hugbindur avlýst vegna korona. Tí kann tað vera torført at menna sálarligu heilsuna.
Tíbetur síggja vit, at vit duga væl at finna loysnir, sum bera til. Hóast vit ikki kunnu hava nakað tiltak; og tiltakið, sum plagar at vera Altjóða sálarheilsudagin 10. oktober er eisini avlýst, fara vit fyri triðju ferð at skipa fyri ABC vikuni.
Vit fara á sosialu miðlunum, at seta spurningar sum t.d.:
Hvat ger teg glaða/n?
Nær gjørdi tú seinast okkurt nýtt?
Hvat gevur tær orku?
Tá ið vit seta okkum sjálvum ella øðrum tílíkar spurningar, kann tað seta nakrar tankar í gongd og vit taka okkum møguliga tíð til at seta orð á ella hugleiða um viðurskifti, sum vit annars ikki geva okkum far um. Soleiðis kunnu vit menna okkara sálarligu heilsu.
Okkurt filmsbrot verður eisini á skrá, har vit síggja, hvat skapar gleði og innihald í lívinum hjá føroyingum.
Vit fara eisini at seta spurningar, sum kunnu vera hugskot til at gera okkurt, sum kann skapa gleði bæði fyri okkum og onnur, spurningarnir kunnu vera ein áminning um at gera okkurt gott, t.d.:
Hevur tú minst til at ringja til ommu tína?
Hevur tú fingið fríska luft í dag?
Hevur tú tikið rusk upp av vegnum í seinastuni?
Hetta, bæði fyri at skapa tilvit um, hvat hevur týdning fyri, at vit eru glað og gera okkum tilvitað um at gera meira av tí, sum okkum dámar og gera nakað gott fyri at stimbra sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.
Harafturat skipa vit fyri einari kapping á facebookvanganum hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Fortel í orðum, myndum ella stuttum filmsbroti, hvussu tú hevur styrkt tína egnu sálarliga heilsu ella sálarligu heilsuna hjá øðrum og verð við í kappingini. Øll, sum luttaka, hava møguleika at vinna eitt gávukort á kr. 1.000 til bowling í Havn ella Leirvík. Koronatilmælini um frástøðu og reinføri skulu sjálvandi haldast, drigið verður mánadagin 12. oktober 2020.
Fólkaheilsuráðið skipar fyri ABC vikuni, men tað eru ymiskir samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eisini varpa ljós á evnið, sí skránna niðast á síðuni.
Góða ABC viku
"Tað er stuttligt, táið fleiri eru saman - soleiðis"