Vit liva í eini tíð, har vit eru umgird av talgildum miðlum. Flytførið á skíggjunum og góða netsambandið ger, at vit hava atgongd til skíggjar allastaðni og alla tíðina. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og arbeiðsgongdir. Vit kunnu reika á netinum og finna hentar upplýsingar, finna nýggja vitan, víðka okkara sjónarring, mennast, hava samband við fólk, ið búgva uttanlands og hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Hetta hevur elvt til, at skíggjanýtslan bæði hjá børnum, ungum og tilkomnum er økt munandi seinastu árini, og tí valdi Fólkaheilsuráðið í 2017 at koma við 8 yvirskipaðum skíggjaráðum. Vit ynsktu tó at gera neyvari skíggjaráð, sum bygdu á gransking, og tí almannakunngjørdu vit nýggj skíggjaráð í desembur 2021.
Vit mugu øll viðurkenna, at vit í løtuni nema nýtt og ókent land, tá talan er um tær kollveltandi broytingar, sum skíggjarnir, snildfonirnar og sosialu miðlarnir hava haft á okkum øll. Gransking vísir fyrst og fremst eitt neiligt samband ímillum skíggjanýtslu, heilsustøðu og heilsuatferð, og tí hevur Fólkaheilsuráðið valt at taka skíggjanýtslu við sum eitt fokusøki í okkara heilsufremjandi arbeiði. Talan er bæði um at royna at tálma tíðina, sum skíggjarnir stjala frá heilsuliga jaligari atferð, og tey sannlíku skaðiligu langtíðarárin, sum ovurnýtslu av skíggjum hevur við sær, serstakliga fyri okkara ungu borgarar, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum um orsøkina til, at Fólkaheilsuráðið er komið við nýggjum skíggjaráðum.
Viðmæld skíggjatíð
Nýggju skíggjaráðini mæla foreldrum frá at lata børn, yngri enn trý ár, brúka skíggja yvirhøvur. Kanningar benda á, at skíggjanýtsla hjá yngstu børnunum hevur sera negativa ávirkan á menning og trivnað. Skíggjanýtsla hjá børnum, í hesum aldursbólki, ávirkar teirra uppmerksemi, sum er grundleggjandi fyri læring. Harumframt ávirkar hon málsligu menningina og menningina av mílasteinum. Yngri børn eru, tá ið tey fara at brúka skíggjar, størri eru negativu árini á menningina.
Sum børnini eldast, kann man hóvliga økja um skíggjatíðina. Sostatt verður mælt til, at børn, millum 3 og 7 ár, brúka ein hálvan tíma samanlagt á skíggja um dagin. Tað er av alstórum týdningi, at vaksin sita hjá børnum, meðan tey brúka skíggja og samskifta um innihaldið á skíggjanum. Foreldur eiga at velja dygdargott tilfar, tað er; tilfar við eini samanhangandi, seinari søgugongd, sum gevur barninum høvi at svara aftur. Dømi um tílíkar dygdarsendingar eru eitt nú Ding Dang Pappsang, Vinus og Vimús og Seks spurningar um at vera menniskja.
Mælt verður til, at tey 8-10 ára gomlu einans brúka 45-60 minuttir dagliga, og tey 11-13 ára gomlu millum 60 og 75 minuttir. Fólkaheilsuráðið mælir foreldrum til at vera í sama rúmið sum børnini, tá ið hesi fara á netið, eins og foreldur eiga at avgera, saman við barninum, hvat barnið brúkar skíggjan til. Skíggjaráðini leggja sostatt upp til, at foreldur átaka sær ein munandi virknari leiklut enn higartil, tá tað ræður um skíggjanýtsluna hjá børnum.
Fólkaheilsuráðið mælir ungum og tilkomnum, eldri enn 14 ár, til bert at brúka 2 tímar dagliga á skíggjum. Arbeiðir ein við skíggja í gerandisdegnum ella brúkar skíggja í skúlanum, eigur ein at minka um skíggjanýtsluna í frítíðini enn meiri. Harumframt leggja vit upp til, at børn ikki fáa snildfon ella skíggja á kamarið, fyrr enn tey eru 14 ár, helst eldri.
Tað er umráðandi, at børn ikki brúka skíggja, áðrenn tey fara á stovn ella í skúla, tí skíggjanýtslan tykist ávirka uppmerksemi, soleiðis at tað verður truplari hjá børnum at savna seg um læringsstøðuna. Harumframt verður mælt frá, at vit brúka skíggja tveir tímar, áðrenn farið verður til songar, tí skíggin ávirkar, hvussu vit sovna og dygdina á svøvninum.
Skúlar og stovnar, har børn ferðast, kunnu hjálpa børnum til betri trivnað
Upphópaða skíggjanýtslan er ein stór avbjóðing, m.a. tí tíðin, vit eru á skíggjum, fer frá øðrum meiri mennandi virkni, tí snýr tað seg um at minka um upphópaðu nýtsluna. Skíggjatíðin fevnir um samlaðu nýtsluna av snildfon, teldli, teldu og sjónvarpi, og sostatt er skjótt at brúka viðmældu tíðina. Um ein lærari t.d. vísir børnum í fyrsta flokki ein teknifilm ella eitt Youtube brot, ið er 20 minuttir til longdar, eru bert 10 minuttir eftir av samlaðu kvotuni. Brúka børn og ung snildfon í fríkorterunum, er kvotan meiri ella minni uppbrúkt fyri dagin.
Skúlar og stovnar, har børn ferðast, hava ein týdningarmiklan leiklut, tí teir kunnu lættliga minka um upphópaðu skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum, við m.a. at seta bann fyri, at næmingar taka snildfon við og avmarka, hvussu lættliga næmingar sleppa fram at skíggjum, meðan tey eru á staðnum.
At vera saman saman heldur enn sundur saman
Seinastu árini hava vit gjørt alt fyri at lætta um atgongdina til skíggjar. Vit hava innrættað okkum soleiðis, at vit hava trupult við at vera skíggjan fyri uttan, vit kunnu t.d. ikki gera skúlating, uttan fyrst at fara á skíggjan at hyggja, hvat vit hava fyri. Ókeypis netsamband er í bussum, í ítróttarhøllum, í skúlum, á arbeiðsplássum, í handlum o.s.fr.. Í ávísum førum kann tað vera hent at sleppa á netið, á slíkum støðum, men sum oftast flytir hesin møguleikin okkum úr tí sosialu samveruni, vit annars eru í, við tí úrsliti at vit samskifta minni við onnur. Tá ið børn brúka skíggja, meðan tey eru saman við øðrum, missa tey týdningarmiklar læri-og menningarmøguleikar.
Hjá okkum vaksnu, sum hava brúkt meginpartin av lívi okkara at venja sosialar førleikar, ávirkar skíggjatíðin kanska ikki okkara sosialu førleikar, men hon kann t.d. ávirka sosiala tilknýtið til okkara starvsfelagar, tað er serliga í støðgunum, at vit styrkja sosiala tilknýtið á arbeiðsplássinum. Vit styrkja ikki tilknýtið til hvønn annan, um vit brúka fríløtunar á hvør sínum skíggja.
Fólkaheilsuráðið mælir sostatt til, at vit eru saman, tá ið vit eru saman, og vit mæla foreldrum til at eggja børnum sínum at spæla teldu saman við øðrum í sama rúmið, heldur enn at vera í hvør sínum heimi og spæla saman á netinum.
Óvirkin nýtsla
Hóast vit hava atgongd til nógv nýtiligt á skíggjunum, benda kanningar á, at út við 90% av okkara skíggjanýtslu er tað, vit kalla óvirkin nýtsla, tað er, vit skrulla, eru á sosialum miðlum, hyggja Netflix, Youtube o.s.fr. Óvirkin nýtsla er undirhald. Og hóast øllum tørvar undirhald við hvørt, gagnar slíkt undirhald ikki trivnaðinum eins væl og sosial samvera ella løtur, har vit brúka okkara førleikar. Tað gagnar okkum munandi meiri at hyggja upp úr snildfonini, heilsa upp á tann, vit sita undir liðini á, ella lata børnini renna runt í ítróttarhøllini og spæla við onnur børn, ið kanska eisini keða seg.
Ein felagsinnsatsur
Tað er, at kalla ómøguligt, hjá einstaklingum ella einstøkum familjum at tálma skíggjanýtsluni, og hetta er kanska orsøkin til, at fleiri okkara ippa øksl og geva upp. Fólkaheilsuráðið ásannar, at skal tað eyðnast okkum at tálma skíggjanýtsluni, krevur tað, at vit lyfta uppgávuna í felag. Hóast skíggjar eru allastaðni, mugu vit hjálpast at soleiðis, at skíggjarnir ikki fylla so nógv í gerandisdegnum.
Vit mæla til, at man ger sínámillum avtalur, hvussu man tálmar nýtsluni. Vit vóna, at greiðu tilmælini lætta um, tá ið felags avtalur verða gjørdar.
Fólkaheilsuráðið vil fegin hjálpa til við at tálma skíggjanýtsluni, og tí bjóða vit arbeiðsplássum, áhugafelagsskapum, skúlum og stovnum fyrilestrar um skíggjaráðini, eins og vit koma við hugskotum til, hvussu man, í felag, kann tálma skíggjanýtsluni, fólkaheilsuni at frama. Fyrilestrarnir verða tillagaðir ymsu málbólkarnar.
Góð móttøka av ókeypis fyrilestrum um skíggjaráðini
Eitt er at gera nøkur skíggjaráð, nakað heilt annað er at fáa fólk at taka undir við boðskapinum. Vit meta, at besti hátturin at fáa fólk at taka undir við skíggjaráðunum, er at fáa tey í tal. Tað er ikki nóg mikið at hava plakatir ella faldarar við skíggjaráðum, neyðugt er at kunna um, hví skíggjanýtslan skal tálmast, og soleiðis vegleiða og motivera fólki at minka um skíggjanýtsluna. Um ikki tú veitst, hví tú skalt tálma nýtsluni, eru sannlíkindini fyri, at tú minkar hana, lítil. Men vit ansa okkum fyri ikki at hava peikifingurin á lofti. Vit eru øll í sama báti, og vit stríðast øll fyri at finna eina javnvág. Seinastu mánaðarnar hevur Fólkaheilsuráðið ferðast kring landið og hildið fyrilestrar um skíggjaráðini og granskingina, ið býr handan tilmælunum, og ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið serstakliga væl móti tilboðnum um ókeypis fyrilestrar. Fólkaheilsuráðið hevur longu havt fleiri fyrilestrar fyri skúlum bæði flokkum, foreldrum og øðrum stovnum. Harumframt eru avtalur gjørdar við m.a. Gigni, Sernám, Sinnisbata, Barnabata og fleiri aðrar stovnar og skúlar.
Katrin Petersen, journalistur, sigur um fyrilesturin:
Fyrilesturin við Skíggjaráðum tekur støði í væl kannaðari vitan - og í, at vit foreldur eru øll bara menniskju! Vit hava viðhvørt ilt við at siga nei. Og kunnu hava brúk fyri onkrum at hella okkum afturat í stríðnum at fáa tamarhald á skíggjanýtsluni hjá børnunum. Fyrilesturin hjá Fólkaheilsuráðnum gav okkum foreldrum íblástur til at taka almennu ráðini til okkum og gera avtalu í flokkinum um skíggjatíð soleiðis sum ráðini mæla til. Meðan Gitte Klein helt fyrilesturin sóust nikkandi høvd allastaðni í rúminum, og spurningarnir og viðmerkingarnar bóru boð um, at tað er í tøkum tíma, at foreldur fáa verulig amboð at nýta fyri at tálma tøknini og vinna børnunum tíðina at vera børn aftur
Ynskja tit ein ókeypis fyrilestur, kunnu tit senda ein teldupost til gitte@fólkaheilsa.fo ella ringja tel. 730730