Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

Øll rørsla munar

Daglig kropslig rørsla er í dag í harðari kapping við ov nógvar og ov langar sitiløtur og sitandi arbeiði, og eitt matumhvørvi við yvirvág av ov nógvum og vánaligum kosti, ið er torførur at velja frá. Nútíðarinnar samfelag og lívsstøða ger, at vit hava uppaftur størri tørv á at raðfesta rørslu, minka um skíggjanýtsluna og at raðfesta heilsugóðan kost. Samfelagið má skipast soleiðis at tað gerst lættari hjá okkum í Føroyum at velja rørsluna og kropsligt virksemi til og ikki frá.

Kroppurin er skaptur til rørslu
Mannakropppurin er skaptur til rørslu. Kroppurin setur ikki spurnartekin við, á hvønn hátt vit røra okkum, tí øll rørsla munar og er betri enn eingin, og at vera kropsliga virkin er heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi.
Kropsliga rørslan, ið fyrr í tíðini var natúrlig, og sum vit ikki kundu velja frá, tá vit eitt nú í felagsskapi veiddu okkara fugl, fiskaðu, róku seyð og veltu epli og røtur, er ikki natúrlig longur!

Fyrimunir við rørslu og vansar við vantandi rørslu

  • At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri kroppin og sinnið
  • Tað hevur týdning fyri heilsuna at varðveita ein kropsliga virknan gerandisdag alt lívið
  • Kropsligt virksemi fyribyrgir millum annað hjarta- æðrasjúkur, ov høgt blóðtrýst, krabbamein og diabetes
  • Kropsligt virksemi minkar um vandan fyri tunglyndi og angist
  • Kropsligt virksemi økir innlæring og evni at hugsavna seg
  • Kropsligt virksemi tryggjar at ungdómurin veksur og mennist
  • Fólk, ið ikki fylgja rørslutilmælinum um kropsligt virksemi eru í 20- til 30 % størri vanda at doyggja, samanborið við fólk, ið regluliga fylgja rørslutilmælinum hjá WHO

Kropsligt virksemi
Kropsligt virksemi er øll sløg av rørslu, ið fær pulsin upp. Talan kann vera um óskipaða rørslu, har vit brúka kroppin í gerandisdegnum, ella skipa regluligt kropsligt virksemi sum eitt nú venjing, ella íðkan av ítrótti. Rørsla nýtist ikki neyðturviliga at fremjast í venjingarklæðum ella í einari venjingarmiðstøð. Kropsligt virksemi er eitt nú at: 

  • Ganga til arbeiðis og til handils 
  • Súkkla
  • Dansa  
  • Spæla við børn 
  • Arbeiða í garðinum 
  • Ganga trappurnar 
  • Reingera og dustsúgva 
  • Velta epli ella aðra grøði
  • Ganga í náttúruni
  • Vera til útróður
  • Fáast við seyð og/ella onnur djór

Mælt verður til at menniskju í øllum aldri røra seg meira hvønn einasta dag. Hetta hevur risa gagnligar heilsuágóðar. 

WHO & Fólkaheilsuráðið hava tilmæli um kropsligt virksemi - og óvirkni niðanfyri: