Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

Saman, kunnu vit tálma skíggjanýtsluni. Grein í Dimmu, juli 22

Saman, kunnu vit tálma skíggjanýtsluni 

Ongantíð áður hevur tøknin fylt so nógv í gerandisdegnum hjá okkum. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og arbeiðsgongdir. Vit kunnu reika á netinum og finna hentar upplýsingar, finna nýggja vitan, víðka okkara sjónarring, mennast, hava samband við fólk, ið búgva uttanlands og hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Hetta hevur elvt til, at skíggjanýtslan, bæði hjá børnum, ungum og tilkomnum er økt munandi, seinastu árini. Í 2017 kom Fólkaheilsuráðið við 8 yvirskipaðum skíggjaráðum, og í desembur 2021 almannakunngjørdi Fólkaheilsuráðið neyvari skíggjaráð, sum byggja á gransking. Skíggjaráðini koma við tíðartilmælum men snúgva seg eisini um kontekstin, sum skíggin verður nýttur í.

Vit mugu øll viðurkenna, at vit í løtuni nema nýtt og ókent land, tá talan er um tær kollveltandi broytingar, sum skíggjarnir, snildfonirnar og sosialu miðlarnir hava haft á okkum øll. Gransking vísir fyrst og fremst eitt neiligt samband ímillum skíggjanýtslu, heilsustøðu og heilsuatferð, og tí hevur Fólkaheilsuráðið valt at taka skíggjanýtslu við sum eitt fokusøki í okkara heilsufremjandi arbeiði. Talan er bæði um at royna at tálma tíðina, sum skíggjarnir stjala frá heilsuliga jaligari atferð, og tey sannlíku skaðiligu langtíðarárin, sum ovurnýtslu av skíggjum hevur við sær, serstakliga fyri okkara ungu borgarar, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum um orsøkina til nýggju skíggjaráðini.

 

Tíðartilmæli (og óvirkin nýtsla)

Hóast vit ikki hava føroysk tøl enn, benda útlendskar kanningar á, at tey flestu brúka sera nógvar tímar á talgildu miðlunum. Hóast vit hava atgongd til nógv nýtiligt á skíggjunum, vísa kanningar, at út við 90% av okkara skíggjanýtslu er tað, vit kalla óvirkin nýtsla, tað er, vit skrulla, eru á sosialum miðlum, taka myndir av okkum sjálvum, hyggja Netflix, Youtube o.s.fr. Óvirkin nýtsla er undirhald, og okkum øllum tørvar undirhald við hvørt, men tað tykist, sum undirhaldið hevur tikið yvir, og undirhald í tílíkum mongdum, gagnar ikki trivnaðinum eins væl og sosial samvera ella løtur, har vit brúka okkara førleikar. Vit kunnu siga, at skíggjatíðin fer frá øðrum, sum gagnar okkara trivnaði munandi betur, og hetta er orsøkin til, at vit hava valt at seta tíðartilmæli á, sigur Fólkaheilsuráðið. Tíðartilmælini geva fólki okkurt at hella seg at, tá ið tey skulu gera av, um tey ynskja at broyta skíggjanýtsluna. Men tíðartilmælini kunnu eisini lætta um, tá ið man t.d. í einum flokki ella á einum arbeiðsplássi ynskir at tálma nýtsluni, tí øll kunnu hava eitt felags útgangsstøði. Fólkaheilsuráðið ásannar, at tað kann vera sera trupult hjá einstaklinginum einsamallur at tálma nýtsluni, og at hetta krevur ein felags innsats.

 

Viðmæld skíggjatíð

Aldur

Viðmæld skíggjatíð

0-3

Øll skíggjanýtsla verður frámæld, tó Facetime við familju frá tí, at barnið er 18 mánaðar

4-7 ár

30 minuttir dagliga

8-10 ár

45-60 minuttir dagliga

11-13 ár

60-90 minuttir dagliga

14 -18 ár

90-120 minuttir dagliga

Vaksin

120 minuttir dagliga helst minni

 

 

 

Frámæla yngstu børnunum at nýta skíggja

Yngstu børnini sova ein stóran part av tíðini, og tí er tað umráðandi, at tað, sum børnini fáast við, tá ið tey eru vakin, eisini er slíkt, sum gagnar teirra menning og trivnaði mest møguligt. Fólkaheilsuráðið mælir frá, at børn, yngri enn 3 ár, brúka skíggja yvirhøvur. Nógv bendir á, at skíggjanýtsla hjá børnum, í hesum aldursbólki, ávirkar teirra uppmerksemi, sum er grundleggjandi fyri læring. Harumframt ávirkar hon málsligu menningina og menningina av mílasteinum. Yngri børn eru, tá ið tey fara at brúka skíggjar, størri eru negativu árini á menningina.

Sum børnini eldast, kann man hóvliga økja um skíggjatíðina. Sostatt verður mælt til, at børn, millum 4 og 7 ár, brúka ein hálvan tíma samanlagt á skíggja um dagin. Tað er av alstórum týdningi, at vaksin sita hjá børnum, meðan tey brúka skíggja og samskifta um innihaldið á skíggjanum. Foreldur eiga at velja dygdargott tilfar, tað er; tilfar við eini samanhangandi, seinari søgugongd, sum gevur barninum høvi at svara aftur. Dømi um tílíkar dygdarsendingar eru eitt nú Ding Dang Pappsang.

Fólkaheilsuráðið mælir foreldrum til at sita hjá børnum, meðan tey eru á netinum, til tey eru átta ára gomul. Tá ið børnini eru millum 8 og 13 ár mæla vit til, at foreldur eru í sama rúmi sum børnini, tá ið hesi fara á netið. Skíggjaráðini leggja sostatt upp til, at foreldur átaka sær ein munandi virknari leiklut enn higartil, tá tað ræður um skíggjanýtsluna hjá børnum.

Tað er ein sannroynd, at tá ið børn fáa skíggja á kamarið, økist tíðin, tey brúka á skíggjum, eins og tey sova og røra seg minni. Vit mæla tí til, at foreldur bíða við at geva børnum skíggja á kamarið, til tey eru 14 ára gomul. Eisini mæla vit til, at foreldur bíða við at geva børnum snildfon, til tey eru 14 ára gomul helst eldri. 

 

Skíggjar og ørkymlandi støður

Børn kunnu gerast ógvuliga ørkymlað, tá ið teirra tørvur verður settur til viks eitt nú, tá ið tey skulu standa í eini bíðirøð, koyra ella sigla ein langan tein ella ikki fáa tað, tey ynskja sær. Tey gerast grenjut og fara ofta at gráta. Eitt, sum plagar at hjálpa er skíggin, men um vit geva børnum ein skíggja, hvørja ferð tey eru ørkymlað, læra tey ikki, at vera í tílíkum støðum og kenslum, og sostatt læra tey heldur ikki at koma burturúr tí á ein nátúrligan hátt. Børn læra at koma burtur úr slíkum støðum og ørkymlandi kenslum, tá foreldur eru kring tey, og hjálpa teimum at vera í støðuni og síðani at koma úr henni. So við og við sum barnið eldist, lærir tað sjálvt, hvussu tað skal handfara hesar ørkymlandi støðurnar, og hvussu tað kann ugga seg sjálvt, men treytin fyri hesum er, at barnið hevur roynt at verið í støðunum og fingið vegleiðing. Hvørja ferð barnið fær ein skíggja, tá ið tað er í ørkymlandi støðum, lærir tað, at skíggin er neyðugur til tess at koma úr støðunum aftur. 

 

Skíggjanýtsla, tá ið børn hava verið í barnagarð ella skúla 

Nógv foreldur halda, at tá ið børn hava verið ein langan dag í skúla ella barnagarði og eru móð og troytt, tá ið tey koma heim, tørvar teimum ein skíggja til tess at slappa av aftur. Men als onki bendir á, at barnið slappar meiri av, tá ið tað brúkar skíggja – kanska tvørturímóti. 

Tá ið barnið hevur verið í barnagarði ella skúla, hevur barnið tørv á at vera saman við foreldrunum. Hetta ger barnið vart við, tá ið tað kemur heim. Tá ið barnið brúkar talgildar miðlar, ger tað minni um seg, enn tá ið tað ikki brúkar talgildar miðar. Hetta kann misskiljast sum, at barnið slappar av við talgildu miðlunum. Hóast tað kann tykjast sum, at barnið slappar av við miðlunum, ger miðilin bara, at kroppurin fellur til ró, hann er í friði, men barnið brúkar eina rúgvu av mentalari orku at viðgera innihaldið í talgildu miðlunum. Talgildu miðlarnir gera sostatt, at barnið útsetir tørvin á samveru við foreldrni. Skal barnið sissast kropsliga og mentalt, er ein munandi betri loysn at lesa fyri tí ella spæla við tað ella fáa barnið at hjálpa til at gera døgurða. Á henda hátt fellur barnið til ró, samstundis sum man nøktar tørvin á samveru við foreldrini. 

 

Technoference

Hugtakið Tecnoference lýsir, hvussu tøknin órógvar samskiftið millum foreldur og barn, t.d. tá ið snildfonin órógvar foreldrini, meðan tey eru saman við sínum børnum. 

Kanningar benda á,  at foreldur samskifta minni við børnini, bæði verbalt og nonverbalt, tá ið tey brúka skíggja, meðan tey eru saman við børnunum. Samanborið við foreldur, sum ikki brúka skíggja, tá ið tey eru saman við børnunum, varnast foreldur, ið brúka skíggja, ikki eins væl teknini, sum barnið ger, m.a. um barnið gevur tekin til, at tað ynskir uppmerksemi frá foreldrunum. Kanningar vísa somuleiðis, at foreldur, ið brúka skíggja, í minni mun enn foreldur, ið ikki brúka skíggja saman við børnunum, eggja børnunum at royna ókendan mat.  

Tá ið foreldur støðugt brúka skíggja, meðan tey eru saman við børnunum, kann tað órógva tilknýtið millum foreldur og barn og sostatt trivnaðin og menningina hjá barninum.  Børn, hvørs foreldur brúka skíggja, meðan tey eru saman við sínum børnum, eru oftari óskikkilig og hava eina hættisligari atferð, tí tey royna at fáa uppmerksemi frá foreldrunum. Onnur børn gerast passiv, tí tey leingi hava roynt at gjørt vart við seg, uttan at foreldrini hava varnast tey.

Nógv bendir á, at talið av óhappum á spæliplássum er økt seinastu árini, tí at foreldur og onnur, ið vara av børnum, brúka snildfon, meðan tey eru á spæliplássinum við børnum. Tá ið tey vaksnu hyggja í snildfonina, varnast tey ikki, at børnini eru í vanda.                          

Tey vaksnu eru fyrimyndir

Vaksin eru fyrimyndir hjá børnum, og tí er neyðugt, at vit seta mørk fyri okkara egnu nýtslu. Ofta verður tikið til, at børn ikki gera tað, sum vit vaksnu siga, men tey gera tað, tey vaksnu gera. Soleiðis er eisini við skíggjanýtslu. Síggja børnini, at foreldrini eru nógv á skíggja, fáa tey sjálvi eina stóra skíggjanýtslu. Barnið heldur, at tað, tey vaksnu gera ella halda vera áhugavert, er áhugavert. Brúka vit ofta skíggja, tá ið vit eru saman við barninum, lærir barnið, at skíggin er áhugaverdur. Børn kunnu eisini tulka atferðina hjá teim vaksnu, sum, at tey vaksnu halda, at skíggin hevur størri týdning enn tey. Vit skulu tí miðja móti at vera saman við barninum uttan skíggjar og geva barninum gætur, tá ið vit gera okkurt saman t.d. práta, eta, eru til handils ella á spæliplássinum. 

 

Sálarheilsa og ógagnlig nýtsla

Nógv bendir á, at samband er millum stóra skíggjanýtslu og verri sálarheilsu. Í sjálvum sær er tað kanska ikki so undarligt. Menniskjan er ein sosial vera, og henni tørvar sosiala samveru, skal hon trívast. Hetta er, ikki minst, galdandi fyri børn og ung. Tú kanst siga, at sosial samvera gagnar sálarheilsuni, og at manglandi sosial samvera er ógagnlig fyri sálarheilsuna. Og veruleikin er helst, at samstundis, sum vit hava fingið talgildu samskiftismøguleikarnar, er meginparturin av samskiftinum, serliga hjá børnum og ungum, flutt út á netið, og andlit til andlitssamskiftið er minkað samsvarandi.

Mátin, vit eru saman upp á, er nógv broyttur seinastu árini. Børn og ung fara heim úr skúla einsamøll og seta seg inn á kamarið, har tey spæla við ella samskifta við onnur umvegis netið. Løturnar, tá ið børn og ung eru saman í sama rúmi fækkast støðugt. Tað hevur verið frammi, at sosial samvera og spæl á netinum nøktar tørvin á veruligari samveru, og tað kunnu tey í ávísan mun  - í neyðstøðum. 

Sosialir miðlar og spæl umvegis netið kunnu ongantíð koma fyri andlit til andlits samskifti. Vit kunnu samanbera samveru á netinum við at vera søtmungin. Tá ið vit eru søtmungin, ger ein mynd av eini køku okkum ikki minni søtmungin. Okkum tørvar at vera saman, at síggja hvønn annan, lukta og nerta hvønn annan, um okkara tørvur á sosialari samveru skal nøktast. Samvera umvegis netið kann vera ein neyðloysn, men hon er ein trupulleiki, tá ið hon kemur fyri vanliga samveru.

 

Sìnámillum avtalur

Vit skulu, sum samfelag, leggja okkum eftir at skapa umstøður, sum leggja upp til, at vit ikki brúka óneyðuga tíð á skíggjum, og hetta krevur eina hugburðsbroyting, tí higartil hava vit gjørt tøknina so lætt atkomiliga sum gjørligt. Av tí sama er tað, at kalla ómøguligt, hjá einstaklingum ella einstøkum familjum at tálma skíggjanýtsluni, og hetta er kanska orsøkin til, at fleiri okkara ippa øksl og geva upp.  Fólkaheilsuráðið ásannar, at skal tað eyðnast okkum at tálma skíggjanýtsluni, krevur tað, at vit lyfta uppgávuna í felag. Hóast skíggjar eru allastaðni, mugu vit hjálpast at soleiðis, at skíggjarnir ikki fylla so nógv í gerandisdegnum. 

Vit mæla til, at man ger sínámillum avtalur, hvussu man tálmar nýtsluni. Vit vóna, at greiðu tilmælini lætta um, tá ið felags avtalur verða gjørdar. Arbeiðspláss kunnu t.d semjast um skíggjafríar støðgir, og foreldur kunnu gera avtalur sínamillum, hvussu man tálmar skíggjanýtsluni.