Í 2017 skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átaki, har dentur varðr lagdur á mat og matgerð. Tað var máltíðin sum heild, sum varð sett á breddan. Átakið hevði heitið "Etið saman". Fremstu kokkar í landinum gjørdu lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki var fyri, at fólk kundu koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin varð gjørdur og so royndarsmakka rættirnar.
Fiskur er góður og sunnur matur, ið vit í Føroyum hava etið gjøgnum allar tíðir. Et fisk til døgurða 2 ferðir um vikuna og haraftrat fisk sum viðskera fleiri ferð um vikuna. Øll sløg av fiski telja við, eisini fryst flak og fiskafrikadellur, rækjur umframt fiskur á dós sum makrel í tomat, tun og rogn.
Etið saman - Et meira av fiski

Fiskur er ein framúr kelda til D-vitamin, selen og jod, og harumframt hevur fiskaolja nógv av tí gagnliga omega-3 feittinum í. Hesi føðsluevni eru torfør at fáa nóg mikið av frá øðrum mati. Við at fylgja ráðunum um at eta fisk fleiri ferð um vikuna minkar tú vandan fyri at fáa hjarta-æðrasjúkur.
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av, at fiskur skal vera eitt høvuðsfokusøki í 2014, og tí varpa vit ljós á kostráðið “Et meira av fiski” í 2014. Mælt verður til at eta 350 gramm av fiski um dagin, harav 200 g av tí feita slagnum sum laks, sild og makrel, har mest av omega-3 feitti er í.
Kvinnur, ið eru við barn ella geva bróst, eiga at avmarka nøgdina av rovfiski til hægst 100 g um vikuna. Børn undir 3 ár eiga í hægsta lagi at fáa 25 g um vikuna. Rovfiskur er eitt nú kalvi, tunfiskur og hemari.