Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

05. oktober 2022

Føroyingar, ið brúka boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu, hava tað betri

Samanum kann sigast, at tey, ið eru meira virkin í ABC fyri sálarliga heilsu meta seg hava eina betri heilsustøðu og eitt betri lívsvirði. Tað eru eisini tey, ið meta sína sálarligu heilsustøðu at vera betri, eru í minni mun strongd og kenna seg í minni mun einsamøll samanborið við tey, ið eru minni virkin í ABC fyri sálarliga heilsu.

Í stóru fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað? 2019”, har 6.000 føroyingar í aldrinum 18-85 ár úr øllum landinum vórðu spurdir um heilsu- og trivnaðarstøðu, vóru eisini spurningar um, hvussu virkin fólk eru í ABC virksemi. ABC virksemi merkir, í hvønn mun fólk fáast við virksemi, sum er í samsvar við ABC boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu; ver virkin, ver saman og ver hugbundin.  Nærum 3.000 føroyingar valdu at luttaka, og tí gevur kanningin okkum eina góða mynd av ABC virksemi og heilsustøðu í Føroyum.

ABC virksemi

Kanningar, ið eru gjørdar frammanundan vísa, at fólk, ið eru virkin á ymsan hátt, eru í felagsskapum og eru hugbundin í virksemi, sum gevur teimum eina kenslu av meining, hava betri sálarliga heilsu og heilsu sum heild enn onnur, sum ikki eru tað. Tí ynskti Fólkaheilsuráðið at fáa eina mynd av, hvussu virknir føroyingar eru í ABC virksemi. Í kanningini vóru 7 spurningar um ABC virksemi: 4 spurningar um at vera virkin (fevndi um at vera likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga virkin), 2 spurningar um at vera saman og 1 spurningur um at vera hugbundin. Út frá hesum 7 spurningum varð gjørdur ein ABC stigi, ið er eitt samlað mát fyri ABC virksemi. Stigin gongur frá 3-15, og fólk fingu stig alt eftir, hvussu virkin tey søgdu seg vera – jú hægri stig jú meira virkin. Síðani blivu tey svarandi deild í tríggjar bólkar: lágt ABC (skoraðu 20% lægst), miðal ABC (tey í miðjuni) og høgt ABC (skoraðu 20% hægst)

Sum heild eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg vera meira virknar í ABC virksemi– og tí skora hægri á ABC stiganum.

Fyri menn sæst ein týðiligur samanhangur millum aldur, og hvussu virkin man er í ABC virksemi. Yngri menn eru mest virknir í ABC virksemi og síðani minkar virksemið við aldrinum t.d. sæst, at 33% av monnunum í aldrinum 18-29 ár skora høgt á ABC stiganum, og er hetta einans galdandi fyri 15% fyri menn eldri enn 45 ár.

Tað sæst ikki á sama hátt ein samanhangur millum aldur og ABC virksemi fyri kvinnur, og eru kvinnurnar meira javnt virknar tvørtur um aldursbólkar.

ABC virksemi og heilsustøða

Í kanningini spurdu vit fólk, hvussu tey mettu sína heilsustøðu at vera, og hvussu tey mettu sítt lívsvirði at vera. Vit hava hugt eftir, hvussu fólk hava svarað alt eftir, hvussu tey hava skorað á ABC stiganum:

77% av teimum við høgum ABC stigi siga sína heilsustøðu at vera avbera góða til stak góða, í meðan hetta einans er galdandi fyri 48% av teimum, ið skorað lágt í mun til ABC stigan. Samstundis sæst, at tað eru heili 12% av teimum við lágum ABC stigi, sum siga sína heilsu at vera minni góða til vánaliga, og er hetta galdandi fyri 5% í ‘miðal ABC’ bólkinum og 4% í ‘høgt ABC’ bólkinum.

Tað sæst eisini týðiligt samband í millum ABC stig og sjálvmett lívsvirði. Fyri tey, ið skorað lágt á ABC stiganum eru tað 71%, ið siga seg hava sera gott til gott lívsvirði og 20%, ið siga seg hava hvørki gott ella vánaligt lívsvirði. Til samanberingar eru tað heili 93%, ið siga seg hava eitt sera gott til gott lívsvirði og einans 5%, ið siga seg hava eitt hvørki gott ella vánaligt lívsvirði av teimum, ið skora høgt á ABC stiganum.
Tað sæst eisini, at útivið 10. hvør í bólkinum ‘lágt ABC’ metir sítt lívsvirði at vera vánaligt til sera vánaligt.

ABC virksemi og sálarlig heilsa

Í kanningini spurdu vit fólk, um tey teir seinastu 14 dagarnar hava verið darvaði av at vera tung í huga, tunglynt ella ólukkulig.

Her svaraðu 8%, at tey hava verið sera darvaði og 32%, at tey hava verið eitt sindur darvaði av at vera tung í huga í bólkinum ‘lágt ABC’. Í bólkinum ‘høgt ABC’ vóru tað 3%, ið vóru sera darvaði og 20%, ið vóru eitt sindur darvaði av at vera tung í huga, tunglynt ella ólukkulig teir seinastu 14 dagarnar.

ABC virksemi og strongd

Hugt varð eisini eftir, um tað sást ein samanhangur millum strongd og ABC virksemi. Sum mát fyri strongd, brúktu vit Cohens Perceived Stress Scale (PSS), ið er ein valideraður strongdar stigi*

Tað er ein størri partur av teimum, ið skorað lágt á ABC stiganum, ið eisini kenna seg strongd samanborið við tey, ið skora høgt á ABC stiganum. Triði hvør í bólkinum ‘lágt ABC’ kennir seg strongdan, og er hetta einans galdandi fyri 14% av teimum í bólkinum ‘høgt ABC’.

ABC virksemi og einsemi

Í kanningini hava vit spurt fólk um teirra uppliving av at kenna seg einsamøll við spurninginum “kemur tað fyri, at tú ert einsamøll/einsamallur, hóast tú í roynd og veru hevði bestan hugin at vera saman við øðrum?”.

Tað eru fleiri enn 10. hvør av teimum, ið skora lágt á ABC stiganum, ið ofta eru einsamøll uttan at vilja vera tað. Í bólkinum ‘høgt ABC’ siga 84%, at tað sjáldan ella ongantíð kemur fyri, at tey eru einsamøll, hóast tey hava bestan hugin at vera saman við øðrum.

ABC fyri sálarliga heilsu

Samanum kann sigast, at tey, ið eru meira virkin í ABC fyri sálarliga heilsu meta seg hava eina betri heilsustøðu og eitt betri lívsvirði. Tað eru eisini tey, ið meta sína sálarligu heilsustøðu at vera betri, eru í minni mun strongd og kenna seg í minni mun einsamøll samanborið við tey, ið eru minni virkin í ABC fyri sálarliga heilsu.
Tað er týdningarmikið at raðfesta ABC virksemi – eisini tá vit hava nógv um at vera ella hava sálarligar avbjóðingar. Við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, kanst tú styrkja sálarligu heilsuna hjá bæði tær sjálvum og øðrum, og tú kanst fylgja boðskapunum, so teir passa til tína lívsstøðu og áhugamál.

Tú kanst fáa nærri kunning um ABC fyri sálarliga heilsu á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo ella við at trýsta her

*PSS byggir á 10 spurningar, sum snúgva seg um, hvussu fólk tær seinastu 4 vikurnar hava kent lívið tungt, trupult at megna gerandisdagin og um tey hava kent seg nervøs ella strongd. Stigini eru frá 0-40, og tess hægri stig mann fær, í størri mun kennir mann seg strongdan. Í hesi kanning eru tað 20% av teimum, sum hava skorað hægst, sum vera mett at vera strongd.

}