30. oktober 2022
- Einføld amboð kunnu menna sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá einari heilari tjóð
“Sálarlig heilsa vísir seg at versna í flestu londum í vesturheiminum, og tørvur er á strategiium, ið fevna um allar borgarar fyri at fremja og verja sálarliga heilsu. Bæði fyribyrging fyri ávísar málbólkar og universel sálarlig heilsufremjan kann minka um vandan fyri at sálarliga heilsan gerst verri. Av tí at universel sálarlig heilsufremjan fevnir um øll, kann tað røkka út til og ávirka størri partar av fólkunum í einum samfelag enn fyribyrging. Kortini eru ikki nógvar strategiir, sum fevna um allar samfelagsborgarar og mentanir, at velja ímillum og tær, sum eru, verða ikki settar í verk víða um.” Soleiðis stendur í eini nýggjari grein í Open Acess Government, sum snýr seg um ABC fyri sálarliga heilsu kring heimin. Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum hevur skrivað greinina, saman við avstralskum, donskum, norskum og svenskum ABC-samstarvsfeløgum.
Act-Belong-Commit ella “ABC fyri sálarliga heilsu” er heimsins fyrsta víðfevnda sálarliga heilsufremjandi herferð, sum fevnir um allar borgarar og er grundað á samfelagið og nærumhvørvið. Átakið ABC fyri sálarliga heilsu fevnir um tríggjar boðskapir, ið eru grundaðir á gransking, og sum vit vita fremja sálarliga vælveru og kunnu brúkast av øllum, uttan mun til sálarliga heilsustøðu.
Boðskapurin er:
Tú kanst lesa nærri um boðskapirnar á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her.
Act-Belong-Commit
ABC fyri sálarliga heilsu kemur upprunaliga úr Avstralia, har átakið eitur Act-Belong-Commit.
Act-Belong-Commit er tillagað og sett í verk í Føroyum, Danmark og Norra (og fyri stuttum eisini í svenska landspartinum Östergötland) og fevnir um stóran part av íbúgvunum. Í Avstralia er átakið sett í verk við miðdepli í Curtin University og við støðugari fígging frá the Health Promotion Foundation of Western Australia (Health Way) og the Mental Health Commission of Western Australia.
Afturvendandi eftirmetingar í Avstralia vísa, at tilvitskan um átakið røkkur víða (uml. 80% av íbúgvunum) og 10-15% av hesum fara neyvt í gongd við okkurt fyri at betra um sálarligu heilsuna, sum úrslit av at tey hava hoyrt um ABC boðskapin. Uppfylgjandi gransking úr Avstralia vísir, at herferðin við góðum úrslitum fremur áhuga og hugbindur bæði fólk við og uttan sálarligum avbjóðingum, og hetta stuðlar undir háttalagið hjá átakinum, sum fevnir um øll. Tað sæst eisini, at átakið minkar um stigmatisering og økir um opinleika um sálarligar avbjóðingar, og eggjar fólki at søkja sær hjálp og broytir somuleiðis fatanina hjá fólki av sálarliga heilsu; frá einum passivum ‘sjúku’ sjónarmiðið til eina trúgv á, at við at gera nakað ber til at fremja sína sálarligu heilsu.
Fýra lond í Evropa samstarva um hesa verkætlan
Í Føroyum eins og í Danmark, Norra og Svøríki, verður átakið nevnt “ABC fyri sálarliga heilsu”. Í Danmark er ABC fyri sálarliga heilsu skipað sum eitt tvørfakligt samstarv knýtt at Københavns Universitet og samstarvið hevur verið í stórum vøkstri síðani tað byrjaði í 2014, og í løtuni eru 67 samstarvsfelagar í danska samstarvinum, harímillum 40 kommunur. Fyri stuttum avgjørdi danski staturin at stuðla danska ABC fyri sálarliga heilsu og fáa ABC uppí 10 ára ætlanina hjá danska heilsumálaráðnum fyri at betra um psykiatri og sálarliga heilsu í Danmark.
Eftirmetingar í Danmark vísa, at uml. 8-12% av donsku íbúgvunum hava hoyrt um ABC fyri sálarliga heilsu átakið. Eins og í Avstralia, hevur átakið økt um tilvitanina, opinleika, nýggja vitan og hvussu ein kann betra um sálarligu heilsuna. 16% av teimum, sum átakið hevur rokkið út til, hava aktivt gjørt eitthvørt fyri at betra um ella varðveita góða sálarliga heilsu. Eftirmetingar og kvalitativar kanningar verða regluliga gjørdar fyri at bøta um dygdina, hvussu munagott átakið er og hvønn týdning samstarv hevur.
Eftirmetingarnar vísa, at ABC boðskapirnir eru lættskiljandi amboð og geva góðar karmar at arbeiða við sálarligari heilsufremjan tvørtur um øll øki og allar geirar í samfelagnum.
ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum og Norra
Í Føroyum varð byrjað at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu í 2016. Í 2017 tók átakið dik á seg og í fyrstuni varð dentur lagdur á at tillaga verkætlanina til føroysk viðurskifti og at gera føroyingar varugar við boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu við lýsingum, fyrilestrum og tilfari í fjølmiðlunum og sosialu miðlunum. Á sumri í 2017 varð eitt føroyskt tvørfakligt samstarv kring landið stovnað, ið kann samanberast við danska samstarvið, og sum verður stýrt og samskipað av Fólkaheilsuráðnum.
ABC samstarvið í Føroyum hevur í løtuni 26 ymiskar høvuðssamstarvsfelagar, eitt nú størstu kommunur í landinum og psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og ymiskar frítíðarfelagsskapir, feløg og stovnar. ABC fyri sálarliga heilsu fevnir um alt landið og er allýst sum eitt fokusøkið í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu frá 2018 hjá Heilsumálaráðnum. ABC boðskapirnir eru eisini eftirmettir í landsumfevnandi heilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019, sum vísir tætt samband millum borgarar, sum gera ABC virksemi (ver virkin, saman og hugbundin) og heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild. Ætlanin er at gera eina kanning um, hvussu nógvir føroyingar eru tilvitaðir um ABC fyri sálarliga heilsu og hvørja ávirkan hettar hevur á teirra trivnað.
Í Norra byrjaði Folkehelsealliansen í Trøndelag eitt ABC átak í 2018, ið er eitt “bottom-up” tvørfakligt samstarv við 43 almennum og sjálvbodnum feløgum (amtsráð, kommunur, sjúkrahús, kirkjusókn og frítíðarfelagsskapir). Samskipanarhátturin í Norra minnir nógv um átøkini í Danmark og í Føroyum. Fyri stuttum avgjørdi heilsumálaráðið í Norra at stuðla ABC átakinum sum eina royndarverkætlan sum eitt landsumfevnandi sálarligt heilsuátak.
ABC átakið kjølfest á skúlum
ABC átakið verður somuleiðis sett í verk fyri at fremja sálarliga heilsu í útbúgvingarumhvørvum. Á Curtin University í Avstralia, á Københavns Universitet í Danmark, NTNU og Nord Universitet í Norra og Elon University í USA. Harumframt er ABC fyri sálarliga heilsu sett í verk tvørtur um eina rúgvu av skúlum í vestur Avstralia, har úrslit hava víst, at bæði starvsfólk og næmingar fáa ágóðar av ABC amboðunum.
Samanumtikið eru nógvar góðar og granskingargrundaðar orsøkir at kjølfesta ABC fyri sálarliga heilsu átakið (Tað eru 21 orsøkir til at seta ABC fyri sálarliga heilsu í verk) og ABC boðskapirnir kunnu brúkast sum ein ætlan fyri sálarliga heilsufremjan, sum virkar sum ástøði og í verki.
Tú kanst lesa alla greinina her
Samband: Magni Mohr
292270