27. apríl 2021
Hvussu nógvar føroyskar animatiónsfilmar í 3D hevur tú sæð? Nú kanst tú gleða teg til at síggja ein spildurnýggjan føroyskan 3D animatiónsfilm, sum verður almannakunngjørdur í dag. Hetta er enntá ein filmur, sum kann geva tær íblástur til at gera okkurt gott fyri tína sálarligu heilsu.
Hví animatión um sálarliga heilsu?
Sálarliga heilsustøðan millum fólk er versnað seinastu árini, og sálarligir trupulleikar eru ein av størstu sjúkubyrðinum í heiminum. Føroyar er einki undantak, tí seinastu úrslitini frá kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum, “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 vísti, at hóast flestu føroyingar meta seg hava eina góða heilsu, so eru tað fleiri, ið meta seg hava eina ringa sálarliga heilsu. Serliga eru tað fólk millum 18-34 ár, ið meta seg hava ringa sálarliga heilsustøðu. Tað er ørkymlandi at m.a. onnur hvør kvinna millum 18-24 ár kennir seg strongda, og at tað er yngri bólkurin, sum í størstan mun kennir einsemi.
Seinastu fýra árini hevur Fólkaheilsuráðið varpað ljós á, hvussu tú kanst ansa eftir og styrkja tína sálarligu heilsu. “Vit hava greitt frá ABC boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin. Hetta eru boðskapir, sum vit vita hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna, óansæð um tú ert ungur, eldri, hevur góða ella ringa sálarliga heilsu. Til hetta hava vit brúkt ymiskar miðlar; tíðindaskriv, framløgur, fundir, tiltøk, framleitt egnu filmar og fyri stuttum eisini gjørt ein sang. Tørvurin á at varpa ljós á sálarliga heilsu tykist at vera vaksandi, og tí er neyðugt at brúka ymiskar miðlar, til at greiða føroyingum frá, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá tær sjálvum og øðrum” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Tí hevur Fólkaheilsuráðið gjørt ein 3D animatiónsfilm, sum greiðir frá, hvat ABC boðskapurin snýr seg um, uppá ein livandi, einfaldan og stuttan máta.
“Tað hevur týdning, at vit halda fram við at miðla boðskapin uppá ymiskar mátar. At fáa fakfólk at gera ein animatiónsfilm til okkum, er nakað heilt annað. Tilgongdin at gera filmin hevur verið stuttlig og lærurík” leggur Magni afturat.
Endamálið er, at filmurin kann brúkast á ymiskum skíggjum á skúlum og arbeiðsplássum, í Kringvarpinum og til framløgur og tiltøk.
Føroyskur 3D animatiónsfilmur er nakað serligt, tí vit hava ikki so nógvar av slagnum. Filmurin er ektað føroysk framleiðsla. Filmurin er gjørdur í samstarvi við eina føroyska lýsingastovu, har alt frá hugskotið til lidna framleiðslu er gjørt av føroyingum, og støði er tikið í okkara mentan.
Leinkja til filmin er her