01. oktober 2021
Altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober og í sambandi við dagin hevur Fólkaheilsuráðið trý tey seinastu árini skipað fyri eini ABC viku. Nú skipar Fólkaheilsuráðið fyri vikuni fyri fjórðu ferð frá 4.-10. oktober. Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. ABC vikan hevur hvørt ár í høvuðsheitum lagt dent á boðskapin um at vera virkin, saman og hugbundin, men í ár hevur vikan fingið eitt evni. Evnið er “Saman skapa vit góða sálarliga heilsu millum ung”.
Nógvar kanningar í útlondum vísa á, at tað eru tey ungu, ið eru ringast fyri sálarliga, og at tað eru alsamt fleiri ung, sum ikki trívast. Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2019 bendir eisini á hetta, tí tað eru tey ungu, ið siga seg vera ringast fyri sálarliga. "Hetta er ørkymlandi og nakað Fólkaheilsuráðið ynskir at broyta. Við ABC vikuni vil Fólkaheilsuráðið í ár eggja øllum – ungum, foreldrum, skúlum, stovnum, frítíðarfelagsskapum, arbeiðsplássum og samfelagnum sum heild til, at vit saman skapa góða sálarliga heilsu millum ung. Í ABC vikuni vilja vit ikki leggja ov stóran dent á sálarligar trupulleikar, men heldur, hvussu vit í størri mun kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá teimum ungu og soleiðis bróta neiligu gongdina” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Í ABC vikuni ferð Fólkaheilsuráðið at vitja allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum við framløgu fyri næmingum, um hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna og ávirka sálarligu heilsuna hjá øðrum. Kommunur, stovnar og feløg, sum eru partur av ABC fyri sálarliga heilsu, skipa gjøgnum vikuna fyri ymiskum innanhýsis átøkum og almennum tiltøkum. Almennu tiltøkini eru partur av skránni fyri ABC vikuna. Summi átøk eru fyri øll, onnur fyri ung, men tað tey hava í felag er, at tey leggja dent á at vera virkin, saman og hugbundin, sum vit vita er við til at styrkja sálarligu heilsuna.
Á samstarvsfundi í september løgdu ung dent á, at ungum tørvar nærri kunning um, hvat ung kunnu takast við, sum ikki er á høgum kappingarstigi. Hetta fáa ung lutvíst møguleika fyri í ABC vikuni, tí fleiri ítróttarfeløg hava “opið hús”, so fólk kunnu fáa eina smakkiroynd av eini ítróttargrein, ið tey ongantíð hava roynt fyrr. Somuleiðis ber til at hyggja eftir dansi og vita, um tað er nakað fyri tey. “Hetta er ein góður møguleiki fyri at gera ein roynd at blíva partur av einum nýggjum felagsskapi og royna nakað nýtt, sum hevur týdning fyri sálarligu heilsuna” sigur Monika Mohr úr Fólkaheilsuráðnum, sum samskipar ABC vikuna.
Sum heild er endamálið við ABC vikuni at gera fólk tilvitað um, hvussu stóran týdning tað hevur, at øll røkta sína sálarligu heilsu og gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu ávirka sálarligu heilsuna hjá øðrum. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar gleði og innihald í lívinum. Í vikuni ber t.d. til at fara til eitt av tiltøkunum í ABC skránni ella brúka álmanakkan Virkin oktober hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur nøkur hugskot til, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna. Álmanakkan finnur tú á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum. Í ABC vikuni verður eisini eitt nýtt videolag almannakunngjørt til ABC sangin hjá Fólkaheilsuráðnum, sum kom út í februar.
Nýtt tilfar til tey ungu
Fyri at røkka teimum ungu, hevur Fólkaheilsuráðið í ár framleitt ymiskt tilfar við ABC boðskapunum til ung. ”Av tí at vit vita, at tey ungu brúka nógva tíð á sosialu miðlunum, hava vit framleitt tilfar til sosialu miðlarnar, so vit kunnu fáa sálarliga heilsufremjandi boðskapin út, har sum tey ungu ferðast. Fyrr í ár framleiddu vit ein 3D animatiónsfilm um boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu. Nú hava vit gjørt fýra styttri filmsbrot, so tey ungu skjótari kunnu fáa boðskapin við. Vit hava framleitt fleiri ”giffar” við ABC boðskapunum og andlitsfiltur til Instagram og Snapchat. Endamálið er ikki at fáa tey ungu at brúka longri tíð við skíggja, men heldur, at tíðin tey brúka á sosialu miðlunum kann hava nakað jaligt við sær. Við at brúka okkara tilfar kunnu tey vera við til at breiða boðskapin út millum sín, um hvussu stóran týdning tað hevur at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum gevur meingin fyri tann einstaka og kanska gerast meira tilvitað um at bjóða hvørjum øðrum við í ymisku felagsskapirnir” sigur Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnum.
Tú kanst taka skránna fyri ABC vikuna niður niðanfyri