17. november 2014
Tann 24. september bjóðaði Fólkaheilsuráðið øllum kantinustarvsfólkum í Føroyum til ein dag fullan av íblástri um heilsugóðan, leskiligan og ódýran mat.
Tann 24. september bjóðaði Fólkaheilsuráðið øllum kantinustarvsfólkum í Føroyum til ein dag fullan av íblástri um heilsugóðan, leskiligan og ódýran mat. 52 kantinustarvsfólk frá umleið 30 ymiskum kantinum vóru við til dagin. Síðani hava nakrar kantinur roynt seg við nýggju rættunum, og aðrar hava ætlanir um at royna teir framyvir.
Her í Fólkaheilsuráðnum vilja vit gjarna hoyra frá kantinum, ið hava brúkt royndirnar frá degnum í teirra kantinu. Og vit hoyra eisini gjarna frá fólki, ið hava etið á eini kantinu, sum hevur bjóðað nýggju rættirnar. Skriva til Poulu Patursson poulap@folkaheilsa.fo ella ring á tlf 515156.
Heilsugóður, leskiligur og ódýrur kantinumatur
Endamálið við kantinudegnum var, at maturin á kantinum í Føroyum skal vera heilsugóður og leskiligur, uttan tó at vera dýrari. Heimsins besti fiskur, nýflett lambshjørtu, livrar og árstíðarinnar grønmeti - hetta var nakað av tí, kokkurin Mikkel Karstad brúkti til at vísa, hvussu lætt tað er at gera leskiligan kantinumat!
Sambært nýggju 10 kostráðunum skulu vit eta meira av fiski og grønmeti og minni av mettaðum feitti, og henda dagin fingu kantinustarvsfólk íblástur til, hvussu hesi ráð kunnu brúkast í kantinuni. Fólkaheilsuráðið nýtti so eisini høvið at vísa nýggju plakatirnar við 10 kostráðunum fram.
Eitt sindur av hvørjum
Dagurin hevði ymiskt á skránni. Vickie Kristensen frá Landbrug og Fødevarer hevði eina framløgu um rák í kantinum, um nudging, og síðani kannaðu øll, hvør “kantinutypa” tey vóru. Hon greiddi frá, at tað er munur á teimum kantinustarvsfólkum, ið bert gera mat eftir prísi, og teimum, sum helst vilja geva kundunum avbjóðingar og nýggjar matupplivingar. Hon vísti á, at kokkurin Mikkel Karstad er ein, ið bjóðar av.
Harumframt var ein framløga við føðslufrøðinginum á Landbrug og Fødevarer, Hanne Castenschiold, um kostráðini og um proteintørv. Hon kom eitt nú inn á teir góðu eginleikarnar við kjøti; at tað er ein góð proteinkelda og vísti á - við myndum - hvussu nógv av ymiskum mati skal til fyri at fáa 28 g av protein, sum er vanligt í einum kjøtdøgurða.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúlanum og ein av rithøvundunum handan vælumtóktu Lætt og Leskiligt bókunum, hevði eina framløgu um, hvussu tú við smáum broytingum av matinum kanst gera sjálvt føroyskar rættir heilsubetri.
Kokkurin Mikkel Karstad greiddi síðani frá kantinuni á Horten Advokatpartnerselskab, har hann er leiðari. Hann gongur høgt uppí, at maturin skal verða gjørdur frá botninum, alt skal vera danskt, og maturin skal vera litríkur og innbjóðandi og samstundis heilsugóður. Hann vísti á, at við at borðreiða matin í portiónum, verður nógv minni matspill, og maturin røkkur nógv longri. Maturin verður ikki dýrari av at framleiða matin á henda hátt. Nakað av tí, hann legði dent á, var at hurðarnar altíð skulu verða opnar - opnar fyri kritikki og hugskotum frá starvsfólkunum.
Verðins besti fiskur og litríkar rávørur
Aftaná ein steðg varð farið út í køkin, sum vit vóru so heppin at sleppa at læna frá Landssjúkrahúsinum. Har stóð Mikkel klárur at vísa okkum nakrar leskiligar rættir, sum hann hevði sett saman við føroyskum rávørum. Vit fingu lambslivrar og -hjørtu sendandi við tyrlu úr Stóru Dímun, vit fingu feskan nýfangaðan laks og leskiliga føroyska hýsu og tosk. Mikkel hevði ongantíð sæð so frískar rávørur sum hesar - vit eiga at vera errin av tí herheima! Nakað av tí, vit fingu lov at borðreiða og royna var grovt morl av eplum og persillurót við súltaðum persillurótum, ribsi og grillaðum lambshjørtum. Smakkaði einastandandi væl!
At enda var tíðin komin at deila hugskotini frá degnum ímillum sín. Øll vóru býtt í bólkar og vórðu biðin at koma við viðmerkingum og hugskotum til økini heilsa, nudging, fisk, uppskriftir og tips. Lívligt kjak kom í gongd - sjálvandi um tað, vit øll vóru komin fyri at læra meira um - nevniliga kantinumat.
Henda dagin vóru starvsfólk komin frá kantinum runt alt landið. Kantinur í Klaksvík, Fuglafirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum, Tórshavn og Suðuroy vórðu umboðaðar.
Tey, ið stuðlaðu tiltakinum við rávørum vóru Marine Harvest, Kjølbro og PM Heilsøla. Landssjúkrahúsið lænti okkum hølir, og bæði BankNordik og Føroya Tele góvu pennar og blokkar til dagin.
Góðan Morgun Føroyar sendi frá degnum, og samrøður við Jóhannu á Tjaldrafløtti og Poulu Patursson kunnu hoyrast her.