Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

07. september 2016

73 flokkar vilja vera roykfríir

METHØG LUTTØKA TIL ÁRSINS ROYKFRÍA SKÚLA. Undirtøkan fyri kappingini Ársins roykfríi skúli er met høg í ár, heilir 73 flokkar hava meldað til.

Undirtøkan fyri kappingini Ársins roykfríi skúli er met høg í ár, heilir 73 flokkar hava meldað til.

Spennandi, hvussu nógvir av hesum flokkum klára avbjóðingina at halda seg roykfríar í ein mánað.

Vit í Fólkaheilsuráðnum gleðast um, at tey ungu taka so væl undir við tiltakinum og hjálpa okkum við arbeiðinum at gera Føroyar roykfríar.