Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

19. apríl 2018

ABC-samstarvið hevur fingið enn eina kommunu afturat sær

Vit gleða okkum til at fylgja við, hvussu tey fara at seta átakið í verk og skapa karmar fyri betri sálarligum heilsuumhvørvi í kommununi

Tvøroyrar kommuna samtykti í mars 2018, at tey ynsktu at gerast partur av samstarvinum í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta eru vit fegin um, og vit bjóða Tvøroyrar kommunu vælkomnum í samstarvið. Vit gleða okkum til at fylgja við, hvussu tey fara at seta átakið í verk og skapa karmar fyri betri sálarligum heilsuumhvørvi í kommununi. Bjarni Nyggard, ið er trivnaðarfólk í kommununi, verður ABC samskipari. Í Suðuroynni umboða bæði Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna ABC fyri sálarliga heilsu.  

Sostatt eru í løtuni 18 kommunur, stovnar og feløg við til at betra um karmarnar fyri sálarliga heilsufremjandi arbeiði í Føroyum.

Í ABC samstarvinum eru hesir samstarvsfelagar: Føroya Skótaráð, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Lívdin, Ítróttarsamband Føroya, Parasport Føroya, Gigni, Almannaverkið, SSP, Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna og Kommunufelagið.

}