Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

06. apríl 2018

Alheims heilsudagur - Leygardagin 7. apríl 2018

Leygardagin er alheims heilsudagur hjá WHO undir slagorðinum: Heilsa sum tað fremsta og heilsa fyri øll allastaðni.

WHO: What is people-centred care?

Leygardagin er alheims heilsudagur hjá WHO undir slagorðinum:

Heilsa sum tað fremsta og heilsa fyri øll allastaðni.

    Á henda hátt eiga vit at venda eyguni ímóti fólkaheilsuni, sum er eitt tað týdningarmiklasta virðið í einum samfelagi og at skilja, at heilsufremjan eigur at vera fyri allar borgarar í samfelagnum.

Dagurin kann geva okkum øllum íblástur, motivatión og vegleiðing til heilsufremjan. Hetta merkir, at vit øll kunnu geva teimum, sum hava valdið og hava møguleika at broyta viðurskiftini, ið gagna fólkaheilsuni, hugskot til heilsufremjan.

Tilber at eggja myndugleikum at arbeiða fyri heilsufremjan við t.d. at vísa til lond, sum longu hava framgongd við t.d. UHC (Universal Health Coverage). At veita amboð til at eitt skipað orðaskifti, hvussu UHC kann fremjast í verki og betrast. Seinastu ára tíggini hevur UHC (Universal Health Coverage) verið við til at menna strategiskt arbeiði fyri at náa málum sum atgongd til dygdargóða hjálp, verja lond ímóti umfarssjúkum, minka um fátækradømi og vandan fyri hungursneyð, skapa arbeiðspláss, vaksa um fíggjarligan vælstand og líkarætt fyri bæði  kynini.

Tað eru nú 70 ár síðan, at WHO varð sett á stovn. WHO heitir á heimsins leiðarar til at liva upp til lyftið, sum er givið, tá semja varð um burðardyggað menning í 2015 og binda seg til verulig stig at betra um fólkaheilsuna.

Fólkaheilsuráðið vónar á alheims heilsudegnum at slóða verður fyri at føroyskir politikarar, leiðarar og ábyrgdarpersónar framyvir fara at taka størri tøk fólkaheilsuni at frama – at fatanin av fólkaheilsu verður víðkað ímóti tí breiða heilsuhugtakinum, har fólkaheilsa og heiljafremjan ikki bert fevna um heilsumál, men eisini sum almanna-, menta-, vinnu-, innlendis- og fíggjarmál.

Fólkaheilsuráðið

}