Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

30. mai 2016

Altjóða Roykfríur Dagur

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS týsdagin kl 17 31. mai er hin Altjóða Roykfríi Dagurin. Í tí sambandinum skipar fólkaheilsuráðið fyri framsýning av tekningum hjá børnum í barnagarðs- og skúlaaldri á torginum í SMS. Hetta er úrslit av kappingini, sum hevur verið...

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS týsdagin kl 17

31. mai er hin Altjóða Roykfríi Dagurin. Í tí sambandinum skipar fólkaheilsuráðið fyri framsýning av tekningum hjá børnum í barnagarðs- og skúlaaldri á torginum í SMS. Hetta er úrslit av kappingini, sum hevur verið tann seinasta mánaðin, umleið 400 tekningar komu inn. Tekningarnarr verða allar við á framsýningini.

Temað í ár er: "Sigarettir sokka og roykfrítt rokkar"

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og Innlendismálum fer at avdúkar vinnararnar og handar virðislønir klokkan 17.

Jens Marni Hansen kemur á pall at syngja áðrenn handanina.

Tað kann leinkjast til okkara heimasíðu, um tú ynskir, at vita meira um kappingina. http://www.folkaheilsa.fo/news-31+mai+roykfriur.htm

}