Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. mai 2014

Altjóða roykfríur dagur 31. mai

Teknikapping fyri børn Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping fyri børn í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin.

 Teknikapping fyri børn

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping fyri børn í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin. Kappingin er fyri tey, sum eru í aldrinum frá 0 til 14 ár. Tað eru tríggir bólkar: børn undir 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár. Vinnararnir fáa ein gávukekk, sum verður handaður av Landsstýrismanninum í Heilsumálum leygardagin 31. mai á torginum í SMS.

Roykingin er í minking millum tey ungu. Ein Gallupkanning í august mánaði í fjør vísti, at 14% av teimum, sum eru í aldrinum15 til 24 ár, roykja hvønn dag. Hetta er ein minking uppá 7% samanborið við árið frammanundan, tá 21% í hesum aldursbólki royktu. Tað sær út til, at roykingin millum ung er í støðugari minking. Nógv verður gjørt burturúr, fyri at náa ungdómin. Nevnast kunnu “Ársins roykfríi Skúli”, “Árgangur 2000 roykfríur”, og so umtalaða árliga teknikappingin.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 23. mai kl. 12., meira kann lesast á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum: http://www.folkaheilsa.fo/meldid+til+teknikapping.html

}