Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

27. august 2009

Árliga fólkaheilsurenningin 2009

Fólkaheilsurenning er fyri øll Aksel Johannesen sigur, at fólkaheilsurenningin er fyri øll. - Fólkaheilsurenningin er ikki bert fyri ítróttarfólk í góðum formi. Vónandi møta nógv fólk, tí endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum ræður um er at vera við.

Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.


Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september kl. 18:00 í Runavík. Leygardagin 5. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenningin í Klaksvík og á Sandi og kl. 15:00 í Miðvági. Sunnudagin 6. september kl. 13:00 verður fólkaheilsurenningin í Havn og kl. 14:00 í Vági.

Hetta er 6. árið at skipað verður fyri árligu fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Í fjør vóru fleiri enn 4.000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini. - Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Aksel Johannesen.

Við at skipa fyri fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur Aksel Johannesen.

Aftaná fólkaheilsurenningina verður vatn, frukt og mjólkaúrdráttir til luttakaranar. Hesum stuðla m.a. P/F Poul Michelsen og MBM.

Fólkaheilsurenning er fyri øll
Aksel Johannesen sigur, at fólkaheilsurenningin er fyri øll. - Fólkaheilsurenningin er ikki bert fyri ítróttarfólk í góðum formi. Vónandi møta nógv fólk, tí endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum ræður um er at vera við.

Tilmelding
Tilmelding til fólkaheilsurenningina fer fram til leygardagin á www.renn.fo. Í Havn er eisini møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdegnum.

Í Klaksvík, Runavík, Miðvági og á Sandi skulu startnummur avheintast ein tíma áðrenn startin. Í Havn skal startnummar avheintast á Torginum í SMS áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella sunnudagin millum kl. 9:00 -11:00. Startnummar verður ikki brúkt til Fólkaheilurenningina í Suðuroynni.

Rennivestar eru til tey fyrstu 1.500 vaksnu kring landið, sum avheinta startnummar. Í Suðuroynni eru rennivestar til tey fyrstu 200, sum melda til.

Luttøkugjald
Luttøkugjaldið fyri børn (0-14 ár) er 20 kr. og fyri vaksin (15 ár og eldri) 50 kr.

Tiltøk í sambandi við Fólkaheilsurenningina
Í sambandi við fólkaheilsurenningina verður skipað fyri ymsum tiltøkum, sum snúgva seg um rørslu og heilsu. Frá hósdegnum 3. september verður SMS karmur um fólkaheilsurenningina í Havn. Á torginum skipa Bragdið, Fólkaheilsuráðið og ymisk feløg fyri spennandi rørslutiltøkum og heilsukanningum. Á Sandoynni og í Vágum er fólkaheilsurenningin partur av teimum stóru tiltøkunum hjá ávikavist B71 og Miðvágs Róðrarfelag. Í Vági verður skipað fyri heilsukanningum.

Fyriskiparar
Tað eru Aksel Johannesen, landsstýrismaður, feløgini fyri frælsan ítrótt (Bragdið, Treysti, Roysnið, Frælsi og Hvistan) og B71, ið saman við øðrum stuðlum skipa fyri tiltøkunum.

}