Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

05. desember 2016

Ársins roykfríi skúli

Tað var 5. a á Skúlatrøð, sum í heyst vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2016. Vinningurin, ein konsert við Danny & the veetos, varð handaður í morgun í badmintonhøllini í Klaksvík.

Tað var 5. a á Skúlatrøð, sum í heyst vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2016.

Vinningurin, ein konsert við Danny & the veetos, varð handaður í morgun í badmintonhøllini í Klaksvík.

5. a valdi nevniliga at bjóða øllum skúlanum til konsertina. Heili 800 næmingar komu til konsertina saman við lærarum.

Skúlastjórin Vagn Foldbo bjóðaði vælkomin.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, ynskti flokkinum og skúlanum til lukku. Flokslærarin hjá 5.a, Anna Maria á Lakjuni, fekk handa silvurplátuna  við áskriftini “Ársins roykfríi skúli 2016”.

Danny & the veetos vóru frískir og spældu sjálvandi kenda sangin “Alright”. Hýrurin var góður, næmingar og lærarar tóku undir við sangunum.