Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

08. september 2018

Ein frálík Hjólvelting

Fólkaheilsuráðið legði sín góða dám á Hjólveltingina við góðum tónleiki og upphiting við Mariann Hansen.

Fólkaheilsuráðið legði sín góða dám á Hjólveltingina við góðum tónleiki og upphiting við Mariann Hansen. 

Upphitingin samansjóðaði teir 40 súkklararnar, sum vóru møttir til tann hugfarsliga bólka-súkklutúrin ígjøgnum býin, við sanginum ABC hjá The Jackons 5, “ABC as easy as one, two three....”

Ferðast Grønt hjá Tórshavnar kommunu hevði fingið súkklusmiðir at vera á Glasi og kanna súkklurnar áðrenn súkklingin byrjaði. Túrurin byrjaði á Glasi og leiðin gekk yvir um brúnna á Argjum, út á Argjaboða og síðani beina leið heim í býin. Bólkurin av súkklum fylti nógv á vegunum, nakað av ferðslu var, bilførararnir vóru tolnir og koyrdu spakuliga aftaná bólkinum og alt gekk væl. Ferðast Grønt serveraði vistfrøðiliga suppu og vistfrøðiligar køkur frá Vistgrøði í Posthúskjallaranum.

Í Posthúskjallaranum var høvi at fáa eitt gott prát og hugna sær. FNU og Hjólvelting høvdu boðið Høgna Mohr at koma og hugleiða um súkkling, tað var áhugavert at hoyra hansara einføldu tilgongd til súkkluna sum flutningstól.

Um samanhald, umhvørvi og heilsugóður lívstílur hugbindur teg, er Hjólvelting eitt gott høvi hjá tær at vera virkin og hugbundin saman við øðrum, tað er ABC fyri sálarliga heilsu.

}