10. mai 2016
Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".Fremstu kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki..
Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".
Fremstu kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki verður fyri, at fólk kunnu koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin verður gjørdur og royndarsmakka rættirnar.
Kom ein túr forbí fríggjadagin 20. Mai í:
Tórshavn kl. 16.00-18.00 í Miklagarði Leif Sørensen kokkast.
Tórshavn kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK Gutti Winther og Snorri Paturson kokkast.
Miðvágur kl. 16.00- 18.00 uttanfyri FK Magnus Bech kokkast.
Tvøroyri kl. 16.00-18.00 uttanfyri Bónus Eyðstein Lyngvej kokkast.
Klaksvík kl. 14.30-16.00 uttanfyri FK Jóhanna á Tjaldrafløtti og Joan Sivertsen kokkast.
Fuglafjørður kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK Poul Rustin kokkast.
Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag, og vit vita (hagfrøðisliga), at vit eta minni saman í dag enn fyri fáum árum síðani. Vit vita, at umleið 30% av tí, sum vit eta í dag, verður etið uttan fyri heimið, og vit vita eisini, at tað sum miðalborgarin etur uttan fyri heimið hevur lægri góðsku, enn tað, ið etið verður heima. Samstundis hava vit illgruna um, at modernaða familjan ofta etur hvør sær; og at elektronisk órógv (telefonir, ipadar, sjónvarp) eru partur av máltíðunum í nógvum familjun. Hetta meta vit kann órógva ta sosialu samveruna rundan um borðið, og tað órógvar sansaintrykkini, sum fylgja við tí at eta góðan mat.
Vit vilja við átakinum kveikja hugin og geva íblástur til føroyingar, soleiðis at vit øll fáa árræði at vera aktiv og gera mat. Kanska serliga familjur, har børn og vaksin gera mat saman.