Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

09. juli 2018

Festivalar

Tá tú tekur lut í stórum átøkum sum festivalum, ert tú virkin bæði kropsliga, sosialt og andaliga, tú ert partur av felagsskapinum á festivalinum, og tú ert hugbundin í tónleikinum og ymiska virkseminum á staðnum.

HEVUR TÚ HUGSAÐ UM, AT TÚ KANST STYRKJA SÁLARLIGU HEILSUNA HJÁ TÆR OG ØÐRUM, TÁ IÐ TÚ TEKUR LUT Á FESTIVALUM?

Tá tú tekur lut í stórum átøkum sum festivalum, ert tú virkin bæði kropsliga, sosialt og andaliga, tú ert partur av felagsskapinum á festivalinum, og tú ert hugbundin í tónleikinum og ymiska virkseminum á staðnum. Festivalar eru eisini eitt gott høvi at gera okkurt stuttligt saman við tínum vinum og læra nýggj fólk at kenna. Tú kanst fordjúpa teg í tónleikinum, dansa fyri lívinum, njóta føroysku náttúruna og um høvi býðst, kanst tú leypa á sjógv og fáa hitan aftur í pottinum saman við øðrum. Alt hetta kann geva tær góð minni fyri lívið. Tá nógv fólk eru savnað á festivali, kann skjótt blíva tørvur á, at tú veitir eina hjálpandi hond. Hetta kann hava jaliga ávirkan á umhvørvið og geva tær eina góða kenslu, tí tú gert mun í felagsskapinum. Tá tú ert virkin á ymiskar mátar, ger eitthvørt saman við øðrum, ið gevur meining fyri teg, er alt hetta við til at betra um sálarligu heilsuna hjá tær. So ver virkin, ver saman og ver hugbundin á føroysku festivalunum – tað er ABC fyri sálarliga heilsu.

}