Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

23. juni 2014

Fleiri hundrað fólk royndu laksabrellbitarnar

Laksabrellbitarnir vóru vælumtóktir í Sandágerði hóskvøldið, tá Summarsólstøður var á skránni. Fólkaheilsuráðið bjóðaði leskiligar, litríkar brellbitar við laksi til tey mongu fólkini, ið vóru savnað á sandinum hetta kvøldið.

Laksabrellbitarnir vóru vælumtóktir í Sandágerði hóskvøldið, tá Summarsólstøður var á skránni. Fólkaheilsuráðið bjóðaði leskiligar, litríkar brellbitar við laksi til tey mongu fólkini, ið vóru savnað á sandinum hetta kvøldið. Eini 1000 brellbitar og 400 faldarar vórðu deildir út. Bæði ung og gomul lótu væl at, og eisini vóru fleiri fremmandafólk, ið fingu smakkiroyndir við leskiligum føroyskum laksi. Vit vóru so heppin, at Sjógæti veitti okkum laksin, PM Heilsøla veitti ymiskar aðrar rávørur og Hotel Hafnia gjørdi matin til ein sera sámuligan kostnað.

Tiltakið í Sandágerði var liður í arbeiðnum hjá Fólkaheilsuráðnum við at fáa føroyingar at eta meira fisk. Við fleiri ymiskum tiltøkum og átøkum royna vit í ár at varpa ljós á fisk sum leskiligan, lættan og heilsugóðan mat, sum vit eiga at eta meira av. Eitt nú bjóðaðu vit øllum 7.flokkum í Føroyum ein leskiligan fiska-burgara á Ítróttardegnum í mai, og hesa ferð vóru vit í Sandágerði og deildu brellbitar út. Fleiri onnur fiskaátøk eru ávegis.

Et fisk fyri heilsuna!

 

Trýst á leinkjuna og tak niður uppskriftina.

}