Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

29. apríl 2008

Føroyar í rørslu: Rundferð kring landið

Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðin annars

Frá 28. apríl til 6. mai vóru almennir fundir kring landið um rørslu. Endamálið við fundunum var at kunna um gagnligu árinini av rørslu og geva íblástur til, hvussu fólk kunnu røra seg í gerandisdegnum.


Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðin annars.

Lagt var til brots í Klaksvík týsdagin 28. apríl, og síðan vitjaði rundferðin á Sandoynni, Suðuroy og Eysturoy fyri síðan at enda í Vágum tann 6. mai. Fundirnir verða fyriskipaðir í tøttum samstarvi við ítróttarfeløgini í økjunum.

Luttakarar
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður fer at tosa um endamálið við Rørsluárinum í Klaksvík, Suðuroy, Eysturoy og Vágum.

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum tosar um gagnligu árini av rørslu á Sandoynni, Suðuroy, Eysturoy og í Vágum.

ÍSF-forsetin, Sølvi Reinert Hansen, gevur hugskot til, hvat ítróttarfeløgini kunnu gera í Klaksvík, Suðuroy, Eysturoy og í Vágum. FSF luttekur vegna Sølva á Sandoy.

Haraftrat fer Magni Mohr, at fyrilesa um kropsliga venjing í Klaksvík, Sandoy, Eysturoy og í Vágum. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tosar um rørslu á arbeiðsplássum í Klaksvík, Sandoy, Suðuroy og í Eysturoy.

Frá Nærverkinum koma Benadicta Ellingsgaard og Martha Reyðberg at greiða frá um eldri og rørslu og Dávur Winther, úr Klaksvíkar Kommunu, kemur at greiða frá um býarskipan. Hesi trý hava játtað at luttaka á øllum fundunum kring landið.

Umframt hesi, fara eisini onnur fólk innan skúlaverkið og dagstovnar at siga frá sínum royndum at økja um likamsvirkni í gerandisdegnum. Løgmaður og onnur landsstýrisfólk fara eisini at luttaka, sí niðanfyri.

Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.

Fakta: Rundferðin ”Føroyar í Rørslu”

28. apríl: Klaksvík – Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, luttekur

30. apríl: Sandoy – Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, luttekur

4. mai: Suðuroy – Kaj Leo Johannesen, løgmaður, luttekur

5. mai: Eysturoy – Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, luttekur

6. mai: Vágar – Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum luttekur




Almennur fundur var í Sørvágs skúla 6. mai við hesi skrá:

• Vælkomin – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum bjóða vælkomin

• Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið

• Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, ph.d.í human fysiologi

• Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – umboð fyri ÍSF

• Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009

• Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna

• Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið

• Rørsla á arbeiðsplássinum – umboð fyri arbeiðspláss

• Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen, varaskúlastjóri

• Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari

• Kjak um, hvat kann gerast á staðnum







Almennur fundur var á Svangaskarði 5. mai við hesi skrá:

• Vælkomin – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum bjóða vælkomin.

• Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið.

• Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, ph.d.í human fysiologi.

• Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – umboð fyri ÍSF.

• Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009.

• Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna.

• Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið.

• Rørsla á arbeiðsplássinum – Hákun Djurhuus, stjóri, SEV.

• Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen, varaskúlastjóri.

• Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari.

• Kjak um, hvat kann gerast á staðnum.


Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.