Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

04. desember 2019

Fólkaheilsukanningin Hvussu hevur tú tað?

Fólkaheilsuráðið vil við hesi spurnakanning greina heilsustøðuna í Føroyum.

Fólkaheilsuráðið bjóðar nú um dagarnar tilvildarliga valdum borgarum at luttaka í fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?”. Hetta er ein kanning av trivnaði og heilsu hjá vaksnum fólki í Føroyum.

Fólkaheilsuráðið vil við hesi spurnakanning greina heilsustøðuna í Føroyum. Úrslitini frá kanningini skulu brúkast til at geva almennu Føroyum og myndugleikum hentar upplýsingar til tess at raðfesta átøk á heilsuøkinum á skynsamasta hátt og harvið betra um fólkaheilsuna.

Kanningin verður fyriskipað av Lóðri. Upplýsingar frá kanningini verða brúktar til hagfrøðiligar greiningar av trivnaðar og heilsustøðuni um landið beint nú. Seinast vit gjørdu slíka kanning var í 2015. Til ber eisini at gera samanberingar við okkara støðu og gongdini í trivnaði og heilsu í øðrum londum. 

Vit vóna at øll tey, sum tilvildarliga eru vald út, vilja hjálpa okkum at taka temperaturin á trivnaðar- og heilsustøðuni í landi okkara. Hetta hjálpir heilsuverkinum, lands- og kommunalu myndugleikunum og okkum øllum at planleggja arbeiðið við fólkaheilsu og trivnaði meira málrættað og við størri neyvleika.

Vinarliga heilsan

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum

}