Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. august 2020

Fólkaheilsuráðið á ráðleggingarfundi í Bø

Fólkaheilsuráðið hevur nú um dagarnar havt ráðleggingarfund í Bø. Til umrøðu hava verið eftirmetingar, langtíðarætlan og raðfestingar fyri tey komandi fýra árini.

Í apríl mánaði varð nýtt Fólkaheilsuráð valt. Fólkaheilsuráðið hevur nú um dagarnar havt ráðleggingarfund í Bø. Til umrøðu hava verið eftirmetingar, langtíðarætlan og raðfestingar fyri tey komandi fýra árini.
Í ráðnum sita Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð, Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum, Katrina L. Holm, sálarfrøðingur, Katrin Danielsen, kommunulækni, Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Formansskapurin fyri ráðið er Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiol, og Súsanna Olsen, varastjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, næstforkvinna.
 

Myndir frá ráðleggingarfundi í Bø