Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

08. apríl 2020

Fólkaheilsuráðið er við at kanna, hvussu undantaksstøðan orsakað av COVID-19 ávirkar fólkaheilsuna í Føroyum

Kanningin er send út, og Fólkahelsuráðið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og harvið hjálpa verandi og framtíðartilbúgvingini í sambandi við líknandi kreppur.

Í november framdi Fólkaheilsuráðið umfatandi kanningina “Hvussu hevur tú tað?”, har 3000 føroyingar luttóku. Kanningin lýsir almennu heilsustøðuna breitt í sambandi við trivnað, heilsuvanar og lívshátt hjá vaksnum føroyingum, og er tann mest umfatandi kanningin av almennu heilsustøðuni í Føroyum. Tí er Fólkaheilsuráðið í einari serstøðu at kunna samanbera støðuna beint undan kreppuni við støðuna, nú vit eru mitt í “koronastorminum”. Kanningin verður send út komandi dagarnar, og Fólkahelsuráðið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og harvið hjálpa verandi og framtíðartilbúgvingini í sambandi við líknandi kreppur.
“At kanna, hvussu ein ógvuslig kreppa sum undantaksstøðan orsakað av Covid-19 ávirkar ymiskar samfelagsbólkar í Føroyum, er av alstórum týdningi fyri munadygga tilbúgving í verandi kreppu og framtíðartilbúgving” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið hevur fyrstu úrslitini av kanningini “Hvussu hevur tú tað” klár, og hesi verða almannakunngjørd, tá samfelagið so við og við er komið í javnvág aftur.

}