Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

17. august 2018

Fólkaheilsuráðið skipar fyri NRS rúsevnisseminar í Føroyum hesa vikuna

Embætisfólk og fólk annars frá norðurlendsku fyrisitingunum møtast hesa vikuna í Havnini til ráðstevnu - Nordisk rusmiddelseminar. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum umboðar Føroyar í hesum samstarvi, ið samstundis er vertur fyri ráðstevnuna, sum landsstýriskvinnan, Sirið Steenberg, setir mikudagin 22. september.

Embætisfólk og fólk annars frá norðurlendsku fyrisitingunum møtast hesa vikuna í Havnini til ráðstevnu - Nordisk rusmiddelseminar. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum umboðar Føroyar í hesum samstarvi, ið samstundis er vertur fyri ráðstevnuna, sum landsstýriskvinnan, Sirið Steenberg, setur mikudagin 22. september.

Londini í samstarvinum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári og skiftir ímillum hesi londini; vertslandið hevur ábyrgdina av fyrireiking og samskipan.

Tað eru um 40 fólk í hesum forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevarar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu.

Málið er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum.

  • Skapa forum fyri fyribyrgingararbeiði og umrøða strategiir, hættir og ástøði.
  • Deila royndir frá fyribyrgingarátøkum, programmum og samskipan
  • Sínámillum kunning um dagsins spurningar og ætlanir
  • Umrøða ábendingar og menning í Evropa sæð við norðurlendskum brillum

Eitt aðalmál er at fremja samstarv ímillum Norðurlond á fyribyrgingarøkinum.

Seminarið snýr seg um fá, men stór evni. Fyrilestrahaldarar lýsa hvør sítt evni, og tað verður eisini arbeitt í arbeiðsverkstøðum fyri at fara í dýpdina við ávísum evnum og harvið luta royndir hvør hjá øðrum landanna millum.

Ætlanin er at felagsniðurstøða og yvirlýsing verður niðurskrivað.

}