Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

30. november 2018

Fólkaheilsuráðið: Væleydnaður samstarvsfundur

Eitt av høvuðsevnunum hesaferð var sálarlig heilsa og náttúra, og hvussu náttúran kann betra um sálarliga heilsu. Umframt Fólkaheilsuráðið, legði eitt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fram um týdningin av grønum býarrúmum

Sætti fundur fyri samstarvsfeløgum í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu varð hildin mikudagin 29. november, og umleið 20 umboð fyri samstarvsfelagar kring landið vóru savnaði í fundarhølunum hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum í Tórshavn.

Endamálið við fundinum var at fáa kunning, undirvísing og møguleikan fyri at kjakast og hugleiða um arbeiðið við verkætlanini. “Tað var spennandi at frætta og eftirmeta, hvussu teir ymsu partarnir hava brúkt ABC fyri sálarliga heilsu í teirra virksemi og hvørjum leisti, tey fara at arbeiða eftir framyvir” sigur Monika Mohr, ABC-verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum, sum hevur leitt ABC verkætlanina í skjótt 2 ár. Nýggjastu samstarvsfelagarnir; Ergoterapeutfelagið, Barna- og ungdómspsykiatriska toymið og Fysioterapeutfelagið vóru við fyri fyrstu ferð, og hetta var tí ein sera góð ABC-innleiðsla hjá teimum. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, gleðist um at nýggir samstarvsfelagar leggjast afturat, og sigur at ABC-arbeiðið fyri sálarliga heilsufremjan nú er útbreitt til nærum alt landið har sera fjølbroyttir stovnar arbeiða saman. Hetta ger at arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum verður munandi meira munadygt. 

Eitt av høvuðsevnunum hesaferð var sálarlig heilsa og náttúra, og hvussu náttúran kann betra um sálarliga heilsu. Umframt Fólkaheilsuráðið, legði eitt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag  fram um týdningin av grønum býarrúmum, og hvussu náttúran kann virka sum eitt umráðandi heilsufremjandi amboð. Eisini varð tikið samanum ABC vikuna, sum var í oktober, og sum heild vóru allir samstarvsfelagarnir væl nøgdir við virksemið og hildu, at ABC fyri sálarliga heilsu var sera sjónligt hesa vikuna.

Nú 2018 skjótt er farið aftur um bak, verður spennandi at fylgja við, hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kann menna seg soleiðis, at vit í felag kunnu virka fyri at røkka enn fleiri í 2019.

 

}