Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. desember 2021

Fólkaheilsuráðstevnan “Hvussu hevur tú tað, barn?” verður stroymd

Fólkaheilsuráðstevnan er fullteknað. Nú áhugin er so stórur og vit bert kunnu hava 200 luttakarar hava vit valt at stroyma ráðstevnuna á okkara youtube rás “Fólkaheilsuráðið” so at fleiri kunnu fylgja við og hoyra áhugaverdu framløgurnar. Sí skrá og leinkji til stroymingina niðanfyri

Stroyming av ráðstevnuni

Skrá:

09.00-09.10: Hanna Vang, Barnanna umboðsmaður, setur ráðstevnuna

09.10-09.20: Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum

09.20-09.50: Peter Krustrup (DK), Syddansk Universitet
                  ’Burðardygg rørslukonsept til børn og ung’

09.50-10.00: Helgi Winther Olsen (FO), Fróðskaparsetur Føroya/Fólkaheilsuráðið         
                  ’Skúlaleikir’

10.00-10.30:  Ziggi I. Santini (DK), Statens Institut for Folkesundhed
                   ´ABC-konseptið sum fyribyrging av óheilsu hjá børnum´

10.30-10.45:  Annika Helgadóttir Davidsen (FO), Deildin fyri arbeiðs- og almenna heilsu/Fólkaheilsuráðið
                   ’Sálarheilsan hjá ungum í Føroyum’

10.45-10.55:  Monika Mohr, (FO), Fólkaheilsuráðið
                   ’ABC-Føroyar’

10.55-11.10:  Kaffisteðgur         

11.10-11.40:  Anne Kjær Elsøe (DK)
                   ’Frá matstrongd til matró’

11.40-11.50:  Snorri Patursson (FO), Fólkaheilsuráðið
                   ´Føroysku kostráðini’

11.50-12.20:  Sheri Madigan (CAN), University of Calgary
                   ’Vansar og fyrimunir við skíggjanýtslu hjá børnum´

12.20-12.30:  Gitte Klein (FO), Fólkaheilsuráðið
                    ´Føroysku skíggjaráðini’

12.30-12.45: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, handar Ársins fólkaheilsuvirðisløn


Fyrilestrarhaldarar

Peter Krustrup er professari á Syddansk Universitet. Peter er ein av heimsins førandi granskarum í ítróttarfysiologi og hevur skrivað fleiri enn 400 greinir í vísindaligum tíðarritum og nógvar bøkur. Hann hevur vunnið ein hóp av altjóða virðislønum fyri sína gransking, og rørslukonseptið ´11 for Health´, sum hann og hansara starvsfelagar hava bygt upp, er í løtuni í uppskoti at vinna BeActive virðislønina hjá EU.

Helgi Winther Olsen er adjunktur og PhD-lesandi á Fróðskaparsetrinum, har hann millum annað granskar í rørslu millum børn og ung. Helgi er kendur føroyskur ítróttamaður og hevur umboðað Føroyar fleiri ferðir í altjóða kappingum. Hann er ítróttarligur ráðgevi í verkætlanini ´Skúlaleikir´, sum ÍSF stendur á odda fyri og har Fólkaheilsuráðið er ein av samstarvspørtunum.

Ziggi Santini hevur eina PhD í sálarligari heilsufremjan frá University of Barcelona. Ziggi arbeiðir sum granskari á Statens Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet. Hann granskar í sálarligari heilsufremjan og hevur seinastu árini givið fleiri vísindaligar greinar út í m.a. Lancet um ABC fyri sálarliga heilsu og heilsustøðuna hjá ungdóminum.

Annika Helgadóttir er PhD í sálarfrøði og er knýtt at Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið. Annika hevur seinastu árini m.a. granskað í sálarheilsuni hjá ungum og er í løtuni í gongd við eina størri kanning av strongd í føroyska samfelagnum. Annika hevur seinastu tíðina saman við Fólkaheilsuráðnum kannað sálarligu heilsustøðuna hjá ungum í Føroyum.

Monika Mohr er cand. mag. í sálarfrøði og heilsufremjan og arbeiðir í Fólkaheilsuráðnum. Monika hevur staðið á odda fyri verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum seinastu fimm árini og hevur uppbygt eitt stórt og vælvirkandi netverk av samstarvsfeløgnum runt um í øllum landinum. ABC verkætlanin er eitt dømi um íverksetan av sálarligari heilsufremjan á tjóðarstøði.

Anne Kjær Elsøe er cand.scient í evnafrøði, men hevur arbeitt við matvanum hjá børnum í nógv ár. Anne arbeiðir saman við manninum Morten Elsøe sum fyrilestrarhaldari um kostmýtur og um at fyribyrgja strongd í mun til kost og máltíðir.

Snorri Patursson er kostfrøðingur og starvast í Fólkaheilsuráðnum og sum skeiðsleiðari á Mat- og Moldmentanarháskúlanum á Sandi. Snorri hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri framleiðsluni og framløguni av spildurnýggju føroysku kostráðunum.

Sheri Madigan er kliniskur sálarfrøðingur, umframt lektari og stjóri á the Determinants of Child Development Lab in the Department of Psycology, University of Calgary í Kanada. Sheri hevur í áravís granskað í sálarheilsuni hjá børnum og seinastu árini í sambandinum ímillum skíggjanýtslu, sosialar miðlar og heilsustøðuna hjá børnum og ungum.

Gitte Klein er sálarfrøðingur og hevur í nógv ár havt áhuga í, hvussu skíggjanýtsla ávirkar børn og ung. Gitte hevur seinastu 10 árini hildið fyrilestrar um skíggjanýtslu og óheilsu. Seinastu tíðina hevur hon arbeitt fyri Fólkaheilsuráðið, har hon hevur savnað altjóða gransking um sambandið ímillum skíggjanýtslu og óheilsu, sum er grundarlagið undir føroysku skíggjaráðunum.

}