02. mars 2016
Fráfaringartala fyri Fólkaheilsuráðið í Heilsu- og Innlendismálaráðnum 1. marts 2016
Æraða landstýriskvinna og samkoma,
Tað er ein tíð at koma og ein tíð at fara. Prædikarin sigur, at alt hevur stund sína, at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína. Vit hava nú sitið í Fyribyrgingarráðnum og seinni Fólkaheilsuráðnum síðan 2005. Fyri mítt viðkomandi so eisini sum formaður og næstformaður fyri Rúsdrekka- og Narkotikaráðið árini 1989-2001. Harumfamt havi eg havt formanskapin um hendi í AIDS ráðnum 1990-91. Eitt tíggjuáraskeið limur í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og eitt skifti eisini í Tubbaksráðnum.
Slík ráð, sum hava til uppgávu at verja fólkaheilsuna, mugu støðugt samskifta við samfelagið, við tíðindaritum, lýsingum, samrøðum beint áðrenn deadline v.m. Haldi sjálvur, at tað hevur lukkast á góðari leið. Eg fari tí her fyrst at takka miðlunum í Føroyum fyri teirra áhuga í fólkaheilsumálum og fyri eitt gott samstarv. Eg vóni, at tað heldur fram við nýggja ráðnum.
Afturlítandi – hvat hevur so eyðnast?
Jú, fyrst vil eg nevna, at tað hevur eyðnast at halda miðalrúsdrekkanýtsluna á sama stigi sum áðrenn rúsdrekkalógin varð broytt í 1992. Tað hevur verið eitt tógvið stríð at hildið fast um stýriamboðini atkomiligheit, prís og hugburðarrøkt, sum vit longu aftur í formanstíðini hjá August Wang orðaðu. Herfyri feldi Ungdómstingið eitt lógaruppskotið um grundleggjandi at broyta rúsdrekkapolitikkin í Føroyum við at lata vanligar handlar selja rúsdrekka. Teirra grundgeving var sjónarmiðini hjá Fólkaheilsuráðnum – sig so tað, at ungdómurin ikki er skilagóður. Og so fari eg at nevna roykingina, sum heilt greitt hevur verið okkara meginuppgáva hesi árini. Tað hevur eyðnast at fáa talið av dagligum roykjarum at minka til helvtar, nú undir 20 procent. Men tað mest gleðiliga er at talið av 15 ára gomlum, sum roykja dagliga eisini er minkað við stívari helt og er nú bert 8 %. Her fari eg serliga at takka skúlunum í Føroyum, sum hava lovað okkum at arbeitt við hesum roykiátøkum innan skúlans gott.
Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu varð sett á stovn í 1988 og hevur øll árini verið garantur fyri tað fakliga grundarlagið undir arbeiðinum hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum og Fólkaheisluráðnum. Sjálvt um deildin er at skipað sum ein partur av sjúkrahúsverkinum, so merkir almannaheilsa í hesum høpi fólkaheilsa. Tankin var at byggja brúgv frá sjúkrahúsverkinum út í samfelagið, tí fyribyrgjandi arbeiðinum at frama. Og nú má sigast, at vit síggja vártekin ymsa staðni:
Fróðskaparsetur Føroya hevur valt at menna akademiska partin av fólkaheilsurarbeiðinum. Fyrst við at seta Magna Mohr og síðan Marina Strøm í starv sum lekatarar í heilsuvísindum og so meg sum professara í fólkaheilsu. Skal eg heldur ikki gloyma, at Shahin Gaini er vorðin lektari í infektiónsmedicini, sum eisini er tíðandi táttur í fólkaheilsuvísindum. Og so hevur Almannaverkið boðað frá, at tey vilja hava sett á stovn eitt Heilsu-og sosialgranskingarinstitutt, og tað arbeiðið er longu í gongd. Hetta saman við at Sjúkrakassagrunnurin hevur latið ein stóran part av sínum fæi til ein heilsugranskignardepil, sum er eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, gevur mær vónir um at fólkaheilsu- og sosialgranskingin fer at menna seg stórliga.
Og so fari eg her eisini at takka Setrinum fyri at hava sett á stovn eina masterútbúgving í fólkaheilsu. Tann fyrsti skeiðsparturin í fólkaheilsu byrjaðu vit í farnu viku við 19 væluppløgdum studentum, sum ein dag vónandi verður ryggurin í fólkaheilsuarbeiðinum í Føroyum.
Eg eri fegin um, at eftirmaður mín gjørdist Magni Mohr, sum eg havi havt høvi at arbeitt saman við í ymiskum granskignarætlanum. Magni hevur tær dygdir í mær hóvar: hann er ótolin og arbeiðssamur, og so stendur hann tryggur á vísindaligari hellu, sum er gott og neyðugt tá populistisku kastivindarnar fara at koma. Eg skal tí ynskja bæði Magna og hinum ný útnevndu ráðslimunum, at arbeiðið hjá tykkum fer at hepnast væl.
At enda skal eg takka hjartaliga ráðslimum og starvsfólkum í Fólkaheilsuráðnum fyri samstarvið øll hesi ár. Eisini fari eg at nevna starvsfólkini á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum hava stuðla mær stórliga í arbeiðinum at gera ymsu kanningarnar, sum Fólkaheilsuráðið hevur brúkt sum arbeiðsgrundarlag. Grunda á seinastu frágreiðing frá virki ráðsins, haldi eg sjálvur, at vit hava fingið meira og meira burtur úr tí lítla, vit fingu at ráða yvir.
Alt hevur stund sína - at tala hevur tíð sína, og at tiga hevur tíð sína.
Pál Weihe