02. juni 2010
Fundurin var 4. fundur um rúsevnisstøðuna í Føroyðum og varð hildin á Fólkaheilsuráðnum tann tann 02. juni 2010.
Fundurin var 4. fundur um rúsevnisstøðuna í Føroyðum og varð hildin á Fólkaheilsuráðnum tann tann 02. juni 2010.
Á fundi vóru umboð fyri Løgregluna, Heilsumálaráðið, Innlendismálaráðið, Bláa Kross,
Heilbrigdið, Gigni, Barnaverndarstovuna, SSP-samstarvið, Landsapotekarin, Náttarravnarnar og
Fólkaheilsuráðið.
Nøvnini á teimum, sum vóru á fundi:
Karen Marie Olesen – fúti, Løgreglan
Peter Thaysen – politiinspektørur, Løgreglan
Bergleif Brimvík – politikommiserur, Løgreglan
Áki G. Olsen – narkoløgreglumaður, Løgreglan
Katrin Gaard - fulltrúi, Heilsumálaráðið
Nella Festirstein – deildarstjóri, Innlendismálaráðið
Olga Magnussen – leiðari, Blái Krossur Føroya
Jóngerð Nielsen, Blái Krossur Føroya
Árni Rein, Heilbrigdið
Bjarta Vilhelm – leiðari, Gigni og Fólkaheilsuráðið
Oddbjørg Balle – leiðari, Barnaverndarstovan
Óli Rubeksen – ráðgevi, SSP-samstarvið
Richard Schwartson – samskipari, Landsapotekarin
Philip Johnsen, Náttarravnarnir
Pál Weihe - formaður, Fólkaheilsuráðið
Jens Jensen – løgreglumaður, Fólkaheilsuráðið og Løgreglan
Kári Rasmussen – kommunulækni, Fólkaheilsuráðið
Tórfinn Højgaard – lærari, Fólkaheilsuráðið
Hannilena Jacobsen – økonoma, Fólkaheilsuráðið
Marjun Berg – deildarleiðari, Fólkaheilsuráðið
Katrin Mørkøre – samskipari, Fólkaheilsuráðið
Malan Egholm – projektleiðari, Fólkaheilsuráðið
Erika L. Petersen – skrivari, Fólkaheilsuráðið
Evni á fundinum var rúsevnisstøðan í Føroyum.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum bjóðaði øllum vælkomin til hendan fundin um, hvussu støðan
viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum er nú. Hann vísti til ein fund millum løgregluna, tollvaldið,
Fólkaheilsuráðið og Heilsumálaráðið, sum hevði verið stutt undan hesum fundinum. Skrivlig
frásøgn frá hesum fundinum varð býtt út – sí endan av hesi frágreiðing.
Ymsu felagsskapirnir og stovnarnir høvdu síðani orðið. 2
Blái Krossur Føroya og Heilbrigdið
Heildarmetingin varð, at tað er eitt vaksandi blandingsmisbrúk millum tey, sum koma á
viðgerðarstovnarnar Bláa Kross og Heilbrigdið. Heilbrigdið metti, at tað vóru áleið 35% , ið vóru
blandingsmisbrúkarar, og 10% av blandingsmisbrúkarunum vóru hashnýtarar. Ein minni partur
nýtti so amfetamin og ekstacy. Tablettmisnýtarar vóru tó framvegis til staðar. Blákrossheimið
hevur seinastu árini sæð eina støðuga øking av yngri fólki, sum leita sær viðgerð. Sambært
ársfrágreiðingina vóru 24 fólk yngri enn 30 ár í viðgerð í 2009. Hetta er ein støðug øking, tí í
2006 vóru tað einans 4 fólk í hesum aldursbólki.
Náttarravnarnir
Náttarravnarnir greiddu frá, at okkurt var hent, tí at harðskapur er meira vanligur nú í
náttarlívinum, og hetta kundi týtt uppá, at fólk vóru ávirkaði av øðrum enn alkoholi.
Barnaverndarstovan
Barnaverndarstovan greiddi frá, at umleið 1% av málunum, sum tey hava, snúgva seg um
rúsevnistrupulleikar sum ein part av trupulleikanum. Tey hava 5 ung fólk á stovni í Danmark til
viðgerðar.
SSP-samstarvið
SSP-samstarvið (Óli Rubeksen) sá rúsevnistrupulleikan sum ein part av tí vanliga
trupulleikanum við atferðartrupulleikum millum ung, ella tað tey rópa ‘risk behaviour’.
Løgreglan
Løgreglan nevndi trupulleikan við Ritalin. Hann hevur verið umrøddur áður, og tað er tann
trupulleikin, at summi av teimum, sum fáa skrivað Ritalin út fyri sálarsjúku, selja tað til onnur.
Hetta eru tað fleiri ábendingar um og tosað varð tí um, hvat er til ráða at taka, eitt nú, um tað ber
til at stýra útskrivingunum neyvari. Í hesum sambandi greiddi Heilsumálaráðið frá, at tey høvdu
samband við psykiatriska depilin til tess at fáa gjørt okkurt við hesa misnýtslu av resept
heilivági.
Landsapotekarin
Apoteksverkið greiddi frá, at tað var ein ávísur flutningur av potentiellum rúsevnum um
landamark. Evnini vóru lýst í toll skjølunum sum verandi til annað brúk t.d. sum plantu tøð, men
í veruleikanum snýr tað seg um rúsevni.
Gigni
Gigni førdi fram, at tað er sera týdningarmikið, at tey, sum ætla sær at gera eitt arbeiði innan
skúlans gátt, tosa saman, soleiðis at boðskapurin ikki verður ymiskur og harvið ineffektivur.
Samandráttur
Viðvíkjandi spurninginum um, hvat er til ráða at taka, ella hvat er neyðugt at gera nú, var tað
semja um, at upplýsing er vegurin, men hendan upplýsing skal samskipast. Annað uppskot var, 3
at foreldra bólkarnir í teimum stóru flokkunum verða aktiveraðir og møguliga koma við út í
náttarlívið, so sum Náttarravnarnir longu gera.
Pál Weihe
Formaður
Frásøgn frá fundi um rúsevnisstøðuna í Føroyum, hildin í Fólkaheilsuráðnum, tann 26.
apríl 2010.
Fólkaheilsuráðið hevði bjóðað umboðum fyri løgregluna, tollvaldið og Heilsumálaráðið til
fundar at gera eina meting av rúsevnastøðuni í Føroyum beint nú. Tey sum vóru á fundi vóru:
Karen Marie Olesen - fúti
Bergleif Brimvík - politikommiserur
Mikkjal Thomassen - narkoløgreglumaður
Kjartan Dam Joensen - yvirtollari, TAKS
Eyðun Mørkøre, stjóri - TAKS
Katrin Gaard - fulltrúi, Heilsumálaráðið
Pál Weihe - formaður, Fólkaheilsuráðið
Katrin Mørkøre – samskipari, Fólkaheilsuráðið
Jens Jensen – løgreglumaður, Fólkaheilsuráðið
Løgreglan
Løgreglan legði fram yvirlit yvir nøgdir av euforserandi evnum, sum hald er lagt á av politi og
tollvaldi øll ørini frá 1988 til 2009. Løgreglan greiddi frá, at í 2009 var ein vøkstur í nøgdini av
marihuana – frá grammum til kilo. Marihuanaið stavar frá tveimum plantagum her á landi – og
tey 8 kg er metta nøgdin av marihuana. Eisini er stórur vøkstur í amfetamini, tí heili 2.991 g av
meth-amfetamini, sum er sterkari enn vanligt amfetamin, varð halda lagt á. Eisini ecstacy er í
vøkstri við 4.818 haldløgdum tablettum.
Løgreglan segði frá, at sum heild var tað nú vorðið truplari at finna evnir, sum vórðu goymd sum
tablettir og sum pulvur. Tað var truplari hjá hundunum at snodda seg fram til tey. Annars helt
politiið, at tað var ein týðiligur vøkstur í hashplantasjum, t.v.s. at fólk innflyta fræ, sum verða
dyrkað heima við hús. Her átti at verði kannað hvat skal til, til tess at gera innfluting av fræi, sum
ikki kundi skjalprógvast at vera innflutt til ikki rúsandi endamál, ólógligt.
Løgreglan heldur seg vera rímiliga væl mannaða við 4 av teimum íalt umleið 100
løgreglufólkunum, sum bert taka sær av rúsevnismálum, umframt at tey fáa hjálp í dagliga
arbeiðinum frá teimum, sum gera vanligt løgregluarbeiði, íroknað 1 hundaførara. Løgreglan
ynskir sær tó at fáa enn betri møguleikar at brúka framkomna telefonavlurtingartøkni í
sporingini av teimum, sum fáast við at útbreiða rúsevni. Løgreglan er tó í sambandi við
avvarðandi myndugleikar um hetta, og tað tykist nú mest at vera ein fíggjarligur spurningur at
fáa optimala tøkni. 4
Tollvaldið
Frá tollvaldinum søgdu tey, at eftirlitið við innflutningi av rúsevnum er ein týdningarmikil
uppgáva hjá teimum, og hendan uppgávan verður raðfest í fremstu røð, soleiðis at tollvaldið alla
tíðina roynir at betra um møguleikarnar og amboðini at gera eftirlitið við. Annars meta tey ikki,
at rúsevnastøðan er broytt nakað stórvegis hesi seinastu árini, heldur ikki í 2009 í mun til árini
frammanundan. Tað er sum áður, persónar runt um í landinum, sum nýta rúsevni, tá tey eru til at
fáa fatur á. Persónarnir eru sum oftast kendir fyri tað sama, bæði hjá politinum og hjá TAKS.
Onkur av teimum fellir frá, og aðrir koma til. Talan er bæði um konufólk og mannfólk, tó flest
mannfólk. Miðalaldurin á teimum 23 persónunum, sum tollvaldið hevði fatur á í 2009, var 30 ár,
og av teimum vóru 2 konufólk.
Hash er enn tað rúsevnið, sum TAKS oftast leggur hald á. Onnur rúsevnir eru smáar nøgdir av
amfetamini og ecstacy. Tey rúsevnini eru veruliga komin fram í eftirlitinum, og tí er ongin í iva
um, at tey verða brúkt meira og meira eisini av yngra ungdóminum, tí tað er meira ‘in’ og tey eru
eisini skjótari og lættari at taka. Sterkari rúsevni sum kokain og heroin eru enn meira ókend.
Flestu rúsevnini, sum tollvaldið kemur fram á, verða tikin í ferðafólkaeftirlitinum. Sum oftast er
tað persónar, sum eru kendir frá rúsevnaumhvørvinum. Fleiri av teimum hava greitt frá, at til
tíðir eru rúsevnini sera ring at fáa fatur á her, og tí fara teir sjálvir avstað eftir teimum. Fleiri av
teimum hava havt rúsevni við sær innvortis, fyri at sleppa undan eftirlitinum. Antin svølgja tey
rúsevnini ella stinga tey inn í kroppin. TAKS hevur frænir av, at tað er ein háttur, sum alt meiri
og meiri verður nýttur. Tað er einki til hindurs fyri at svølgja eina nøgd uppá ½ kg av rúsevnum.
Bara tann hátturin kann vera við til at nøkta ein stóran part av rúsevnanýtsluni í Føroyum. Tað
kann vera ein av orsøkunum til, at minni er funnið í 2009 enn árini frammanundan, burtursæð frá
tí stóru nøgdini av metamfetamini og ecstacy tablettum, sum vórðu ætlað til Íslands. Ynskiligt er
tí, at myndugleikarnir, í tann mun tað ber til, altíð sleppa til hjá heilsuverkinum at skanna
persónar fyri rúsevni.
Niðurstøða
Niðurstøðan gjørdist, at í 2009 varð hald lagt á rættiliga fitt av amfetamini og ecstacy, sum varð
ætlað til Íslands. Hinvegin er nøgdin av marihuana, sum verður framleidd her í landinum
vaksandi. Løgreglan er rímiliga væl mannað, men vildi havt enn betri møguleikar til at brúkt
meira framkomna lurtingartøkni til at staðfest nær og hvar veitara distributiónsnetið er virkið.
Niðanfyri eru talvur frá tollvaldinum (tann ovara) og frá politinum.
Tað varð eisini avtalað, at vit skulu bjóða inn til ein størri fund, har sum ymiskir áhugabólkar
luttaka, tað er: Blái krossur, Heilbrigdið, psykiatriska deild, Náttarravnarnir, møguliga eisini
loyvishavarar frá teimum støðunum í Havn, har sum slíkt kann hugsast at koma fyri í
náttarlívinum. Hesi verða boðin saman við myndugleikunum, t.v.s. løgregluni, tollvaldinum,
Heilsumálaráðnum og Fólkaheilsuráðnum. Fundardagurin er ikki ásettur.
Pál Weihe