Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

08. apríl 2017

Fulltrúi til Fólkaheilsuráðið

Eitt starv sum fulltrúi hjá Fólkaheilsuráðnum er leyst at seta 01.07.2017. Fólkaheilsuráðið søkir eftir fulltrúa at menna heilsuupplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars.

Eitt starv sum fulltrúi hjá Fólkaheilsuráðnum er leyst at seta 01.07.2017.

Fólkaheilsuráðið søkir eftir fulltrúa at menna heilsuupplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars.

Sum fulltrúi kemur tú at hava ábyrgd av skrivstovuni í Fólkaheilsuráðnum  til dagligt. Saman við formanninum í ráðnum og skrivstovuni skalt tú raðfesta fyrisitingarligar uppgávur.

Tú hevur fyrisitingarliga ábyrgd í sambandi við átøk, verkætlanir, menning, samskifti og kunning, umframt ábyrgd av roknskaparfyrisiting og fíggjarstýring. Fulltrúin kunnar ráðið mánaðarliga um fíggjarstøðuna.

Umframt ein samskipandi leiklut, er ein høvuðsuppgáva hjá tær at røkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og áhugafeløg og sambandið út í heim.

Starvið hevur tilvísing til ráðsformannin/stovnsleiðaran.

Høvuðsuppgávur :

samskipa arbeiðið í Fólkaheilsuráðnum

roknskapar- og fíggjarstýring

samskipa og fyrireika fundir hjá ráðnum

samskipa átøk og verkætlanir og fíggjarstýring av hesum

framleiðsla av elektroniskum lýsingartilfari

samskipa tjóða- og altjóða kanningar

samstarv uttanlands

Førleikakrøv:

Kravt verður, at umsøkjarin hevur:

útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidatprógv

royndir við Leiðslukunningarskipan í Búskaparskipan landsins

kunnleika til telduskipanir

kunnleika til roknskaparforrit

royndir og innlit í arbeiði við fólkaheilsu

royndir at samskipa størri átøk

arbeiðsroyndir innan arbeiði við sølu, samskifti, samskipan og marknaðarføring

vitan um almenna fyrisiting og arbeiðsmarknaðarmál

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata

hevur royndir í roknskap- og búskaparstýring

fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og leiðsluroyndir uttanlands

er opin, útvend/ur og samskiftissterk/ur í framløgum

hevur sterkar málsligar samskiftis førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

hevur góðar førleikar til uttanlands samstarv

hevur góð leiðslu- og samstarvsevni

er kreativ/ur

er fleksibul og megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti

Vit bjóða:

Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi, við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum.

Lønar – og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og BLF ella AKF.

Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr á 292270.

Umsókn:

Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast innan 24. apríl til:

Fólkaheilsuráðið

J.C. Svabosgøta 43

100 Tórshavn

ella til: t-post: fhr@folkaheilsa.fo

Fá meiri at vita um stovnin á: www.folkaheilsa.fo