Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

08. juni 2022

Fyrilestur á skúlanum í Kvívík

Nýggju kostráðini slóða fyri sunnari og samstundis umhvørvisvinarligum vanum í sambandi við mat - og drykkjuvørur. Snorri helt í góðveðrinum í dag fyrilestur á Skúlanum í Kvívík um nýggju kostráðini og føroyska matmentan.

Í Skúlanum í Kvívík  eru 52 børn frá 1. - 7. flokk. 

Tey arbeiða við føroyskari matframleiðslu og hava sett epli, rótaspírar og rabarbur niður. Eisini hava tey plantað hyllublómutrø. 

Til heystar fara tey at taka upp og matgera við føroysku rávørunum, ið børnini sjálvi hava velt.  

Um aðrir skúlar vilja hava framløgu um nýggju kostráðini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Snorra Patursson á teldupost snorri@folkaheilsa.fo

 

Myndir