Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

30. august 2022

Fyrilestur um skíggjaráðini í skúlanum í Eysturkommunu

Nú byrja ókeypis fyrilestrarnir um skíggjaráðini aftur

Í desembur mánaða 2021 kom Fólkaheilsuráðið við nýggjum skíggjaráðum, og í hesum sambandi, hevur Fólkaheilsuráðið ókeypis fyrilestrar kring landið. Fyrsti fyrilesturin, eftir summarfrítíðina, varð hildin 26. august 2022 fyri foreldrum í 7. flokkunum í skúlanum í Eysturkomunu.

Fitt av fólki var møtt til fyrilesturin, og foreldrini fingu høvi at hugleiða um, hvat vit, í felag, kunnu gera at minka um skíggjanýtsluna. Millum hugskotini vóru, at børn ikki skulu brúka skíggja í frítíðartilboðum eitt nú frítíðarskúlum og klubbtilboðum, at man skipar fyri fyrilestrum um skíggjaráðini fyri mammubólkum, ommum og abbum, og at skúlar banna snildfonum. Harumframt ynskti man meiri føroyska gransking í skíggjanýtslu. 

Um aðrir skúlar vilja hava framløgu um nýggju skíggjaráðini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Gitte Klein á teldupost gitte@folkaheilsa.fo

}