Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. mai 2022

Fyrsta ráðstevna um ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum

Ráðstevnan “Frem sálarligu heilsuna í Føroyum” verður fríggjadagin 20. mai frá kl. 10 til 14.15 í Smæruni.

Hetta er fyrsta ráðstevna í Føroyum, sum snýr seg um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum bæði fevnir um heilsufremjan og fyribyrging millum allar borgarar í landinum.

Fólkaheilsuráðið byrjaði at arbeiða við verkætlanini í 2017, og hevur verkætlanin ment seg nógv síðani tá. Møguleikarnir í verkætlanini eru nógvir, og verkætlanin er kjølfest í ymiskum pørtum av føroyska samfelagnum og strembað verður eftir at røkka út til allar partar av samfelagnum. Í dag eru heili 26 samstarvsfelagar, sum arbeiða við verkætlanini, og ætlanin er at fáa enn fleiri kommunur, stovnar og feløg kring landið upp í verkætlanina.

Ráðstevnan er ætlað øllum kommunum, ymiskum felagsskapum og stovnum – politikarum, starvsfólki og sjálvbodnum innan ymisk øki, sum bæði kunnu vera knýtt at børnum, ungum, vaksnum og eldri. Øll eru vælkomin, uttan mun til, um tey longu eru partur av verkætlanini ella ikki. Endamálið er at geva áhoyrarunum størri innlit í verkætlanina og vísa á týdningin av at arbeiða við eini slíkari verkætlan fyri at betra um sálarligu heilsustøðuna í Føroyum.

Áhoyrararnir kunnu á ráðstevnini fáa íblástur, størri vitan og greiðu á, hvussu sálarlig heilsufremjan kann gerast í verki og innlit í royndir og gransking bæði úr Føroyum og Danmark.

Evnini á ráðstevnuni eru m.a.:

  • ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum
  • Sálarlig heilsufremjan út frá einum sosiobúskaparligum sjónarhorni
  • Týdningurin av at fremja sálarliga vælveru
  • ABC amboðini í verki bæði í kommunum og felagsskapum

Umframt Moniku Mohr verkætlanarleiðara fyri ABC fyri sálarliga heilsu, sum hevur framløgu um verkætlanina í Føroyum, koma tveir samstarvsfelagar úr Føroyum at greiða frá, hvussu teir brúka amboðini í verkætlanini í sínum dagliga arbeiði: Katrin Dam á Neystabø og Andras Nolsøe úr ÍSF og Magnus Pauli West úr Vágs kommunu. Vár Honnudóttir úr Fólkaheilsuráðnum greiðir frá nøkrum ABC úrslitum úr “Hvussu hevur tú tað? 2019”, og Annika Helgadóttir Davidsen fer saman við Moniku at greiða frá nøkrum úrslitum úr einari nýggjari kanning um ung og sálarliga heilsu í Føroyum. Umframt føroysku fyrilestrarnar fáa vit fimm gestir úr ABC toyminum úr Danmark: Charlotte Meilstrup, ið er verkætlanarstjóri fyri ABC í Danmark, Line Nielsen, ið er verkætlanarleiðari fyri ABC í Danmark, Ziggi Santini, ið stendur á odda fyri nógvari av granskingini um ABC í Danmark, Hanna Christensen, ið er ABC verkætlanarleiðari í DGI og Lisbeth Holm, ið er høvuðsráðgevi í Center for Forebyggelse i Praksis í Kommunernes Landsforening.

Les áhugaverdu skránna her

Luttøkan er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til her

 

}