Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

30. oktober 2019

Gallupkanning 2019

Úrslitini í Gallup-kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum í september 2019 um fólkaheilsu vístu, at færri og færri roykja. Talið er nú komið niður á 19% og tað er tað lægsta nakrantíð, síðani Fólkaheilsuráðið byrjaði slíkar kanningar fyri 17 árum síðani.

Úrslitini í Gallup-kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum í september 2019 um fólkaheilsu vístu, at færri og færri roykja. Talið er nú komið niður á 19% og tað er tað lægsta nakrantíð, síðani Fólkaheilsuráðið byrjaði slíkar kanningar fyri 17 árum síðani. Ov nógv fólk eru kropsliga óvirkin og tað gongur út yvir heilsuna. Sama gongdin sæst í øðrum altjóða kanningum og ov nógv fólk eru feit. Í Føroyum viga 55% av fólkinum ov nógv og hetta er í størri mun galdandi fyri menn enn kvinnur.

Eisini er spurt um skíggjanýtslu í arbeiðstíð og í frítíðini. Fleiri kvinnur enn menn hava stóra skíggjanýtslu á arbeiðsplássinum. Í frítíðini hyggja um 85% av føroyingum í skíggjar frá upp til 3 tímar og meira um dagin. Talið á stórbrúkarum av skíggjum í frítíðini tykist vaksandi har næstan 40% nýta skíggjar frá upp til 5 tímar dagliga og meira. Menninir eru í størri mun enn kvinnurnar stórbrúkarar av skíggjum í frítíðini

}