Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. mai 2008

GEVANDI GONGUTÚRAR

Felagið Treystið í Klaksvík hevur lagt til rættis eitt program - fyri nýbyrjarar - so tað lættliga ber til at renna 5 km. eftir bert 6 vikum, og 10 km. eftir 12. vikum. Felagið Treystið var fyrsta felagið, sum fór undir at skipa fyri regluligum heilsurenningunum.

Einki er sum ein gongutúrur í okkara vøkru náttúru, har tú kanst anda djúpt inn og lata ta frísku luftina fylla lunguni og njóta friðsæluna. Ein gongutúrur kann verða góður fyri kropp og sál, og tú kanst fullkomiliga stressa av frá dag-sins trupulleikum og tíðarpressi. Og ikki nýtist tær at fara langt fyri at uppliva stórsligna og óspilta náttúru, nei hana fi nnur tú, so skjótt tú fert út um dyr. Norðoyingar elska nattúruna, og tey seinastu árini hava tað verið fl eiri og fl eiri, ið hava funn-ið gonguskógvarnar fram og dellutúrar niðan á Háls og morguntúrar út á Oyrar, Norður á Strond er vorðin gerandiskostur hjá mongum. Eitt tíðarrák, vit øll kunnu glaðast um.Her eru nøkur uppskot til gongutúrar, har mált er upp km, tíð og Kcal.