Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. mai 2013

Gongurferðir í fjøllunum

Guðrun Eysturlíð og Djóni Kunoy greiddu hugtakandi frá mongu gonguferðum teirra í fjøllunum í Føroyum – Hetta í Skúlanum við Ósánna í gjárkvøldið, sum partur av Heilsuvikuni.

Guðrun Eysturlíð og Djóni Kunoy greiddu hugtakandi frá mongu gonguferðum teirra í fjøllunum í Føroyum – Hetta í Skúlanum við Ósánna í gjárkvøldið, sum partur av Heilsuvikuni.

 Tey greiddu við í myndum frá ymiskum støðum, tey høvdu verið saman við hópin av ymiskum fólkum.  Eisini hava tey skipað seg í ein “fjallabólk” á Facebook, her tað eru eini 1100 limir.

 Her greiða tey frá ferðum sínum og annars siga frá hvagar tey ætla sær og nær – so verður boðað frá úr ymsum hornum, at onnur ætla sær við. Eisini verður boðað frá ymiskar staðir hvussu veðrið er, um tað vegna verður er frægast at ganga eystanfyri, norðan- ella sunnafyri.

Eisini søgdu tey frá, hví tey vóru so bitin av at ganga – Onkur hevði kallað tað, at vera fongdur av “Fjallabasilluni”; men betri heilivág og sálarbót fyri likam, sál og sinni, fannst ikki, hildu tey.

 Slíkir gongutúrar flyta mørk bæði so og so. Tú fær sjálvandi kondi, merkir árstíðina, upplivir ljós og litir á ein serligan hátt – fært høvi at njóta friðin, fríska luft og gott vatn. Víðkar sjónarringin. Gáar betri um veðrið og gonguførið.

 Tú fær nógv vinarløg við fólk, úr øllum landinum, við ymiskum uppruna og fortreytum. Stuttligt at ganga í fjøllunum, tó at tað ikki bert snýr seg um “at samla flugubein” ella náa flestu tindum, sum tað tó ger fyri summi.

 Heilsuligi ágóðin er eisini sera virðismikil: Seinkar aldursbroytingum, fyribyrgir blóðtøppum, lækkar blóðtrýstið, minkar um vandan fyri sukursjúku, fyri at nevna nakrar. Avmarkar sálarligar trupulleikar, sum tunglindi og ótta. Tú fær betri svónlag og betri minni.

Svensk kanning vísir, at børn í útibarnagørðum eru betri fyri og hava 25 % færri sjúkradagar. Eru betri fyri sosialt, motoriskt og eru meira tolsom. 

Jú, tað var ikki endi á allari góðsku og vælveru, tú kann fáa úr fjøllunum – og tey eru har alla tíð, umráðandi er bert at taka fyrsta stigið – eisini um tey eru 15000 í tali.

 10 fjøll eru í Føroyum, hægri enn 800 m, sum 42 fólk úr “Fjallabólkinum” hava verið á. Fimm fólk hava gingið “Topp 100” og ein “Topp 200” – Bert Árni Jakobsen úr Tórshavn hevur verið á øllum skrásettu 340 fjøllunum í Føroyum.

 Ein sera áhugaverdur fyrilestur hjá Guðrun Eysturlíð og Djóni Kunoy, sum var ræðið settur saman við hópin av góðum myndum og upplýsingum um alt, ið er neyðugt at hava fyrlit fyri, tá ið tú fert í fjøllini. Men ikki minst um allar teir mongu ágóðarnar, tú fært av, at “vera fongdur við heilsugóðu og bøtandi Fjallabasilluni”.

 

Barnið, bergið og blómurnar

 

1. Vilt tú finna blómurnar,

eingin annar eigur,

gakk so djarvur huga tíns

brøttu bjargaleiðir.

 

2. Sortugrøs og hjálpirót,

út av torvu hanga

fagrast eru bómurnar,

har ringast er at ganga.

 

Karsten Hoydal (1912 – 1990)

}