Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

16. mai 2017

Heilsa og trivnaður hjá skúlaungdómi

Fólkaheilsuráðið setir fokus á skúlaungdóm, har børnini fáa undirvísing í heilsu, tó ikki í skúlastovuni ella uppi frá talvuni, men á fótbóltsvølli. Tey fáa eitt breitt innlit í heilsutættir, meðan tey fremja fysiska venjing.

Fólkaheilsuráðið setir fokus á skúlaungdóm, har børnini fáa undirvísing í heilsu, tó ikki í skúlastovuni ella uppi frá talvuni, men á fótbóltsvølli. Tey fáa eitt breitt innlit í heilsutættir, meðan tey fremja fysiska venjing. Pilotkanningar hava víst, at børnini bæði betra likamligu heilsustøðuna, fáa meira vitan um heilsu og stimbra sosiala trivnaðin.

 

Hetta er ein granskingarverkætlan, sum verður gjørd í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og Fótbóltssamband Føroya, umframt altjóða fótbóltssambandið FIFA og Syddansk Universitet. Tað eru 5. Flokkar úr 12 ymiskum skúlum kring landi og íalt meira enn 400 børn, sum eru við í hesi verkætlan.

}