Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. november 2013

Heilsubilurin til Klaksvíkar 4. - 7. desember

Í døgunum 4. til 7. desember kanst tú verða kannað/ur fyri roykjaralungu og Typa2 diabetes í Klaksvík – kanningarnar taka bert 10 minuttir.

Norðoyggjar verður seinasta staðið, har vit kanna fólk fyri roykjaralungu og tey, sum eru í vandabólkinum fyri at fáa typu2-diabetes

 

Mikudagin, fríggjadagin og leygardagin verða vit so í Klakskvík. Hetta er samstundis seinasta staðið, har kanningarnar verða gjørdar.
 

Í døgunum 4. til 7. desember kanst tú verða kannað/ur fyri roykjaralungu og Typa2 diabetes í Klaksvík – kanningarnar taka bert 10 minuttir. Hetta er so á øðrum sinni, vit eru í Klaksvík. Fólkaheilsuráðið vónar, at nógv fara at melda seg til kanningina.


Um vikuskift fóru vit uppum 1100 fólk, sum lótu seg kanna fyri Kol- og typu2 diabetes

 

Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.


Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.


Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.


Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.


 

Melda til kanning á telefon: 515155 millum 9 og 16