Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. juli 2022

Heilsufremjan á Salt-sigling

Fólkaheilsuráðið var við til tiltakið Salt-sigling, sum Salt á Drelnesi skipaði fyri saman við felagnum Føroysk Træseglskip og Tvøroyrar kommunu.

Vit vóru við til tiltakið við einum bási, har møguleiki var at fáa eitt gott prát um kost, kostvanar, føroyska matmentan, kostrák og matvøruinnflutning. Øll vitjandi fingu nýggja faldaran um kost & umhvørvisráðini og plakatina.   Vit høvdu tilfar við um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, umframt tað bjóðaðu vit luttakarunum at gera ymiskar fólkaheilsukanningar - máldu langtíðarblóðsukur, lungafunktión, blóðstrýst, vekt, feittprosent og vøddamassa.

Annars var ein ørgrynna av tiltøkum á skránni. Byrjað varð seinnapartin fríggjadagin, tá føroysku træseglskipini stevndu inn á Trongisvágsfjørð, og móttøka var á Drelnesi har Tvøroyrar hornorkestur spældi og Kristin Michelsen, borgarstjóri, helt røðu.

Leygardagin var økið uttanfyri Salt opið frá klokkan 13 til 19 har tey ymisku tiltøkini vóru á skránni. Hoppiborgir, andlitsmáling, skúmbað, heilsufremjandi átøk, harmonikutónleikur, sjórænaratiltak – har var okkurt fyri øll.

Tiltakið var sera væleydnað, nógv fólk kom á básin hjá Fólkaheiluráðnum.

Um áhugi er, at fáa framløgu um nýggju kostráðini, eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Snorra Patursson á teldupost snorri@folkaheilsa.fo

 

Myndir frá tiltakinum