Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

21. desember 2013

Hjørdis vann ein ipod

Næmingarnir í 7. flokki kring landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking.

Útvið 500 næmingar í 7. flokki hava verið við í kappingini um ein ipod, og tað var Hjørdis á Dalbø Gregersen sum var hepni vinnarin. Vit vóru í morgun í Skúlanum í Fuglafirði, hetta var júst eftir, at tey vóru komin aftur frá jólagudstænastuni, at allir næmingarnir í 7. flokki fingu hvør sína t-shirt við áskriftini "Árgangir 2000 - roykfríur". Eisini var 2. og 3. virðisløn latin tveimum næmingum, hetta var ein bók við ævintýrum.

Næmingarnir í 7. flokki kring landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking, úrslitini sum verða á heimasíðuni næstu dagarnar benda á, at einki verður roykt í hesum aldurbólki. Tað var í Visjón 2015, at Landsstýrismaðurin setti sær hetta mál, at allur 2000-árgangurin skal vera roykfríur. Hetta er eitt av økjunum, vit hava arbeitt við í ár og fara at halda fram komandi vár.

}