Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

01. september 2018

Hjólvelting

Ert tú ein, ið vilt hava ljóð og litir yvir fjøldina so læt teg í okkurt spraklandi og litfagurt og skift vanligu ringiklokkuna út við eitt dútthorn ella okkurt annað, sum ber til at festa á súkkluna, sum gevur gott ljóð. Og læt so tíni fagnaðarljóð hoyrast. Saman lyfta vit stemningin.

Hjólvelting

 

At røra seg er gott

At gera tað saman við øðrum er enn betri

Gevur tað meining, er tað ein sonn frøi
 

Tað er í hesum anda, at Fólkaheilsuráðið saman við FNU og FERÐAST GRØNT hjá Tórshavnar kommunu luttaka í Hjólvelting, sum er ein hugfarsligur bólka-súkklutúrur ígjøgnum býin, har ið samanhald, umhvørvi og heilsugóður lívstílur eru kjarnin. Øll eru vælkomin, tað einasta, ið krevst, er, at tú hevur súkklu, og annars, at tú kemur akkurát soleiðis, sum tú ert J 

 

Endamál

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á bleytu ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri kundu brúkt til vanligan flutning í gerandisdegnum. Tað er gott fyri heilsuna at súkkla, og tað er gott fyri umhvørvið.

 

Endamálið er eisini at síggja so nógv ymisk menniskju savnast og súkkla saman sum møguligt.
Tí øll hava brúk fyri at røra seg og fáa eyguni upp fyri, at tað at súkkla er góð at brúka í gerandisdegnum. Ongantíð betri um hetta kann gerast til eina enn betri uppliving við at gera tað saman við øðrum, tí tað er saman við øðrum, at vit vaksa.    

 

Nær og hvar

Nú ársins tema á Glasi er "Menniskjað og náttúran" byrjar Hjólveltingin á Glasi. Áðrenn Hjólveltingina bjóðar FERÐAST GRØNT øllum til ókeypis súkkluverkstað á Glasi kl. 12-15:30, har møguligt er at fáa súkkluna kannaða og minni ábøtur gjørdar.

 

Hjólveltingin byrjar klokkan 15.25 við upphiting. Fólkaheilsuráðið hevur biðið Mariann Hansen standa fyri upphitingini og hon fer at hjálpa okkum at fáa hita í kroppin og hála sundur liðirnar, sum ikki hava verið mýktir eina tíð. Pláss verður eisini til látur, soleiðis at vit fáa sett gongd í tað góða lagið, sum altíð er gott at hava við á ferðini.

 

Hjólveltingin endar í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu, har FERÐAST GRØNT bjóðar leskandi suppu.


Ljóð og litir

 

Ert tú ein, ið vilt hava ljóð og litir yvir fjøldina so læt teg í okkurt spraklandi og litfagurt og skift vanligu ringiklokkuna út við eitt dútthorn ella okkurt annað, sum ber til at festa á súkkluna, sum gevur gott ljóð. Og læt so tíni fagnaðarljóð hoyrast. Saman lyfta vit stemningin.

 

So er bara eftir at siga, at vit fegin vilja síggja teg og tey tú hevur hug at taka við tær til hetta tiltak.

 

Ongantíð betur um tú ert líka sum øll onnur – nevniliga øðrvísi J

 

 

Skrá

Kl. 12.00 til 15.25 Súkkluverkstaður

Kl. 15.25 til 15.35 Upphiting

Kl. 15.35 til 16.00 Hjólvelting

Kl. 16.00 til 17.00 Suppa í Posthúskjallaranum

}