Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. mai 2020

HVØR METUR TELUR

Rørsluátak frá 15. til 31. mai 2020

Tað kann verða ein avbjóðing at tryggja, at vit røra okkum nóg nógv. Serstakliga í hesum tíðum, tá ítróttaluttøkan og sosiala samveran er avmarkað.

Fyri at gera tað hugaligari at halda okkum í gongd, hevur Fólkaheilsuráðið saman við Sona sett átakið “HVØR METUR TELUR” í gongd á Sona appini og heimasíðuni í tíðarskeiðinum 15. til 31. mai.

Her fært tú møguleika at skráseta, hvussu nógv tú gongur ella rennur, og tú kanst fylgja við á appini og heimasíðuni. Hetta er ikki ein kapping, og eingin fylgir við, hvussu nógvar kilometrar tú leggur aftur um teg. Hetta er bert ein roynd at eggja teg til at gera ein íløgu í heilsuna. Eisini ber til at biðja familju, vinir og starvsfelagar um at gera tað sama, soleiðis at hetta verður eitt tiltak, tú gert saman við øðrum.

Sona leggur leypandi allar kilometrarnar saman so hvørt, og tølini, sum vísa, hvussu nógvar kilometrar føroyingar røra seg tilsamans, síggjast á heimasíðuni.

Tað ber eisini til at leggja eina mynd út undir átakinum á appina. Myndirnar verða eisini at síggja á heimasíðuni.

Tað er umráðandi fyri Fólkaheilsuráðið, at hetta er eitt átak, har øll kunnu vera við frá 0 til 104 ár og øll telja við.

Um ein mamma fer ein túr upp á ein kilometur við einum barni í vogni, skal hon skráseta tveir kilometrar, ella um ein ommudóttir gongur ein túr við ommu síni, sum ikki brúkar appina, og tær ganga 500 m, skal ommudóttirin skráseta ein kilometur. Um ein námsfrøðingur fer túr við fýra børnum skal strekkið faldast við fimm o.s.fr. Vónandi fer átakið at stuðla fólki í at betra um heilsuna og  eisini  at geva  teimum hug til at halda fram at ganga og renna, tá ið átakið er liðugt.

}