Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

31. mai 2020

Hvør metur telur 15.-31. mai

Hvør metur telur veruliga, tá talan er um rørslu og heilsustøðu tína, tí at øll rørsla ger mun.

Filmur

Fólkaheilsuráðið hevur saman við Sona fyriskipað átakið “Hvør metur telur”, har føroyingar hava skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið seinastu tvær vikurnar.

Hvør metur telur veruliga, tá talan er um rørslu og heilsustøðu tína, tí at øll rørsla ger mun.

Kanningar vísa tíverri, at 80% av okkara børnum og 35% av teimum vaksnu náa ikki minstu krøvini fyri rørslu, sum eru sett fyri, nær kropsligt óvirkni gerst vandamikið. Nýggjar kanningar frá WHO prógva eisini, at talið á kropsliga virknum borgarum kring allan heimin er fallandi, og hetta hevur ómetaliga neilig árin á fólkaheilsuna, trivnaðin og samfelagsbúskapin. Tí er umráðandi, at stovnar og arbeiðspláss tryggja øllum børnum og ungum ein tíma av kropsligari rørslu dagliga og vaksnum tveir og ein hálvan tíma um vikuna.

Tá talan er um heilsuligu árini av kropsligari rørslu telur hvør metur, og tey, ið tóku lut í átakinum løgdu samlað nærum 25.000 km aftur um seg. Øll øki í landinum hava luttikið í átakinum, sum vísir á stóru tøkniligu møguleikarnar at náa út til ein breiðan luttakaraskara.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at Fólkaheilsuráðið leingi hevur umhugsað at menna eina føroyska rørslu- ella virksemisapp, og at royndirnar av átakinum saman við Sona hava givið betri innlit í, hvussu ein tílík app kann síggja út. Fólkaheilsuráðið og Sona vilja takka øllum, sum hava luttikið.

}