Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

23. juli 2019

Í Avstralia verður varpað ljós á føroyska arbeiðið

Fólkaheilsuráðið hevur nú í 2,5 ár arbeitt við eini avstralskari verkætlan, sum í Føroyum hevur fingið heitið “ABC fyri sálarliga heilsu”. Upprunaliga heitið er “Act-Belong-Commit”.

Fólkaheilsuráðið hevur nú í 2,5 ár arbeitt við eini avstralskari verkætlan, sum í Føroyum hevur fingið heitið “ABC fyri sálarliga heilsu”. Upprunaliga heitið er “Act-Belong-Commit”.

Vit hava samstarvað við bæði Avstralia og Danmark um hesa verkætlan síðan vit byrjaðu, og senda teimum tí av og á eftirmetingar frá okkara arbeiði. Eftir at hava sent teimum eina eftirmeting síðst í juni við nøkrum myndum frá okkara seinasta arbeiði, vóru tey í Avstralia so bergtikin, at tey ynsktu at varpa ljós á føroyska arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum.

Hetta hevur ført við sær, at tey hava lýst við okkara arbeiði á øllum teirra miðlum. Eitt langt skriv liggur á teirra heimasíðu, og tey hava sent øllum sínum samstarvsfeløgum hetta skriv, og teir eru nógvir í tali. Eisini hava tey gjørt skriv um eitt konkret føroyskt ABC átak, Rørslufagnaðin, ið tey hava lýst við á Instagram og Facebook. At tey halda at okkara arbeiði er somikið áhugavert, at tey vilja varpa ljós á tað í so stóran mun, eru vit ómetaliga fegin um sigur Monika Mohr.

Vit eru eitt av fýra londum, sum arbeiða við hesi verkætlan uttanfyri Avstralia og tað er stuttligt at verða eitt av teimum fyrstu, ið tillaga verkætlanina til eitt so lítið samfelag sum okkara. Møguliga kunnu aðrir samstarvsfelagar í øðrum londum fáa íblástur, og hetta er eisini við til at skapa vitan og vísa á, at verkætlanin er vælegnað til lítil lond og samfeløg, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Magni Mohr frøðist um, at ABC-verkætlanin er høgt raðfest í nýggju heildarætlanini fyri sálarliga heilsufremjan, sum varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum í fjør.

Tú kanst lesa Avstralsku greinina um hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kom upp í lag í Føroyum og um arbeiðið seinastu árini her.

}