Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

19. august 2022

ÍSF bjóðar aftur til Skúlaleikir í ár

Eftir eina væleydnaða byrjan fer Ítróttasamband Føroya komandi skúlaárið aftur at bjóða næmingum til Skúlaleikir. Tiltakið Skúlaleikir er eitt nýtt átak, hvørs endamál er at skapa felagsskap og rørslugleði í føroysku fólkaskúlunum.

Átakið Skúlaleikir varð fyrstu ferð á skrá í fjør, og umleið 1200 børn luttóku í 4. og 5. flokki.

Í ár bjóða Skúlaleikir allari miðdeildini, tvs. frá 4. flokki til 6. flokk, til sama átak, og tvær nýggjar ítróttagreinar verða nú lagdar afturat skránni frá í fjør. Nýggju ítróttagreinarnar eru kurvabóltur og rørslumegi, og sostatt bjóðar Skúlaleikir heili seks ítróttagreinar til skúlaárið 2022/23. Hesar eru:

  • Frælsur ítróttur
  • Flogbóltur
  • Badminton
  • Innirógving
  • Kurvabóltur
  • Rørslumegi

Skúlar kunnu melda til á hesi heimasíðuni, og evstamark er 1. september: 

https://skulaleikir.fo/skraset-flokk/ 

 

Her er stuttur filmur frá endabrakinum í 2022:

https://www.youtube.com/watch?v=jCCXbajFxrs&t=3s

 

Meira um Skúlaleikir:

Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir, sum verður skipað í góðum samstarvi við Fólkaheilsuráðið, ítróttasambondini, UMMR, Kommunufelagið og Fróðskaparsetur Føroya.

Betri stuðlar leikunum, og breiða samstarvið ger, at vit tryggja fakliga góðsku, fígging og góðar karmar. 

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll. Alt tilfar, skúlavitjanir og stevnur hava til endamáls at skapa karmar og huglag, har pláss er fyri øllum. Endamálið við Skúlaleikum er at geva lærarum fakligan íblástur og at geva næmingunum góðar ítróttaligar upplivingar.

}