Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. oktober 2013

John og hansara lið eru roykfrí

Tað var ein fegin flokkur, tú møtti í dag á Eysturskúlanum. 8. A vann skúla sínum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2013. Afturfyri vunnu tey eitt leygarkvøld við bæði mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.

John og hansara lið eru roykfrí

Tað var ein fegin flokkur, tú møtti í dag á Eysturskúlanum. 8. A vann skúla sínum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2013. Afturfyri vunnu tey eitt leygarkvøld við bæði mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.

Næmingarnir í 8. A vóru ógvuliga væl nøgdir við kvøldið uppi á Hálsi, tað var seinasta leygarkvøld, at tey fingu hesa uppliving.

Á skúlanum kemur at hanga ein heiðurspláta við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2013, so at hon er sjónlig fyri næmingum, lærarum og vitjandi.

Talið av luttakandi flokkum var tvífalt so stórt sum í fjør, við 55 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. Oktober. Hetta megnaðu 49 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 8. a úr Eysturskúlanum hepni vinnarin.

Kappingin um Ársins roykfría skúla 2013 er av, og vit vóna at kunna tørna út aftur við Ársins roykfríi skúla 2014. Vit takka øllum flokkum fyri luttøkuna og ynskja 8. a úr Eysturskúlanum hjartaliga til lukku við vinninginum.

 

Tøl og fakta frá 2013: 

Luttakandi børn frá 5. til 9. flokk: 1039

Luttakandi flokkar: 55

Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49

Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum.

Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.

 

Tøl og fakta frá 2012:

32 flokkar luttóku

Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Luttakandi børn í 2012: 520