Aftur í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í Føroyum.
Deil:
Aftur í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í Føroyum. Í fjør var tað 8.a. í Eysturskúlanum, sum vann og soleiðis gjørdi sín skúla til Ársins roykfría skúla. Tað vóru 53 flokkar, sum meldaðu til kappingina.
Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, vinnur skúlin eina konsert við Sakaris. Konsertin verður í skúlanum, sum vinnur kappingina.