Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

27. mai 2013

Karsten handar virðislønir

Karsten Hansen handaði í dag virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Karsten Hansen handaði í dag virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Landsstýrismaðurin í Heilsumálum handaði í dag fýra børnum, sum hvør hevði vunnið í sínum bólki teknikappingina, ið Fólkaheilsuráði skrivar út á hvørjum ári, gávukekk uppá fimmhundrað krónur. Inn vóru komnar umleið 900 tekningar úr øllum landinum, frá einstaklingum, barnagørðum og heilum skúlaflokkum. Tað vóru Lynn Reveal og Ólavur Jøkladal, sum skipaðu fyri kappingini. Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum setti løtuna og gav orðið og pallin til landsstýrismannin í heilsumálum.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Karsten Hansen segði í taluni í sambandi við handanina, at hann var ógvuliga fegin um at vera við í tiltakinum í dag, sum var á torginum í SMS, har nógv fólk var samankomið. Landsstýrismaðurin hevði tikið sær stundir at koma allan vegin suður til Havnar at handa hesum børnum virðislønirnar, tey høvdu vunnið. Hann nevndi í taluni, at tað gjørdi hann fegin, og at tað lá honum á hjarta at eggja børnum til eitt roykfrítt lív. Við handanina var tað sera gott at síggja ráðharran møta børnunum í eygnahædd.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Yvirfyri tí elsta aldursbólkinum, sum fingu gávur handaðar, legði hann dent á, at tey vóru júst málbólkurin hjá Heilsumálaráðnum. Hesin árgangurin skal ongantíð byrja at roykja. Í hesum bólki er 2000 árgangurin, sum ein av vinnarunum liggur nærmast við, nevniliga Valdemar Bláhamar, sum er 12 ára gamal og úr Miðvági. Næst eftir honum var tað Bára Ellefsen 11 ára gomul av Signabø, sum fekk virðisløn í sama aldursbólki. Fólkaheilsuráðið hevði valt at geva tvær virðislønri í hesum aldursbólki, av tí at so nógv fokus er á henda aldursbólk í arbeiði ráðsins.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Tað er týðiligt, at landsstýrismaðurin gongur heitt inn fyri sakini, tað sást í sambandi við handanina og hoyrdist eisini av tí, hann segði. Hinir báðir vinnararnir vóru Shana Debes 10 ára gomul og úr Sørvági og Sóley Maria Petersen 6 ára gomul úr Fuglafirði.

<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" black;="">Øll tiltøk hjá Fólkaheilsuráðnum móti royking eru við til at minka um roykingina í landinum.<span style="font-size: 13pt;" times="" new="" roman="" ,="" serif="" ;="" color:="" rgb(51,="" 51,="" 51);=""> Tubbaksnýtslan í Føroyum er støðugt fallandi, tað vísa sølutølini og eisini sæst hetta í seinastu uppgerðini fyri innflutningi av tubbaki. Hetta verður fegnast um í Fólkaheilsuráðnum.

}