Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

22. februar 2019

Kenslan av meining í lívinum hevur samband við eina røð av jaligum heilsuúrslitum

Í okkara verkætlan ABC fyri sálarliga heilsu eru tríggir boðskapir: A) ver virkin B) ver saman og C) ver hugbundin. Boðskapurin “ver hugbundin” merkir at vera uppií onkrum, ið gevur tær endamál og meining í lívinum. Tað hevur ikki so stóran týdning, hvat gevur tær endamál í lívinum, men tað hevur týdning at tú finnur tað onkrastaðni.

Vaksandi tal av gransking innan økið vísir, at kenslan av meining í lívinum hevur samband við eina røð av jaligum heilsuúrslitum. Nýggj gransking vísir eisini, at tess meira meining vit síggja við lívinum, tess fleiri jaligar broytingar uppliva vit í lívinum. Broytingarnar hava bæði samband við heilsu, sosialt virkni, sálarligar og kensluligar upplivingar, fíggjarliga vælferð, at sova gott og tíðina vit brúka uppá ymiskt virksemi.

Granskingin vísti eisini, at tey sum kendu mest meining í lívinum, høvdu góð sosial sambond og vóru sosialt virkin í mentanarligum virksemi og sjálvbodnum arbeiði. Sannlíkindi vóru eisini minni fyri at hesi fólkini vóru einsamøll.

Boðskapurin er týðuligur; Tað hevur týdning at vit blíva við at halda okkum sosialt virkin, eisini tá vit gerast eldri.